22-ára gamli HB'arin kom á vøllin seinastu minuttirnar í 1-0 sigrinum á Kasakstan í kvøld. Hetta vóru samstundis fyrstu A-landsliðsminuttirnir hjá Ása Dam, sum spældi nógv á U21-landsliðnum undir Eyðuni Klakstein og Atla Gregersen.
Hoyr samrøðu sum Rúni Reynatrø gjørdi við hann í Kroatia omanfyri.
Venjingardystur í Kroatia
Aldo Drosina Stadion - týsdagin 18.11
Føroyar - Kasakstan 1-0 (0-0)
25' Petur Knudsen (Arnbjørn Svensson) 1-0
Føroyar (5-4-1/3-4-3): Bárður á Reynatrøð - Jann Julin Benjaminsen (89' Ási Dam), Odmar Færø, Gunnar Vatnhamar, Arnbjørn Svensson, Martin Agnarsson - Árni Frederiksberg (78' Jóan Símun Edmundsson), Jákup Biskopstø Andreasen (89' René Shaki Joensen), Jóannes Bjartalíð (78' Geza David Turi) og Adrian Rúnason Justinussen (67' Hanus Sørensen) Petur Knudsen (67' Meinhard Egilsson Olsen)
Les eisini: Føroyar endaðu flotta árið væl
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald