Fótbóltur

Atgongumerkjasølan til steypafinaluna byrjað

Sølan av atgongumerkjum til steypafinaluna hjá monnum er byrjað. Steypafinalan millum KÍ og Víking verður fríggjadagin 31. oktober.

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-10-21 18:55 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fríggjadagin 31. oktobur klokkan 19 verður Tórsvøllur karmur um enn eina finalu um Løgmanssteypið. Liðini, ið bresta saman í ár, eru KÍ og Víkingur.

Seinast, hesi bæði møttust í steypafinaluni, var fyri trimum árum síðani, tá teir ljósabláu vunnu 1-0.

Einsamalla málið í dystinum skoraði Sølvi Vatnhamar við brotssparki tríggjar minuttir fyri leiklok.

Sølan fer fram á heimasíðuni hjá FSF.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder