Amerikanski komponisturin, Alan Menken, skal einaferð hava sagt, at um tú ynskir at finna gull, mást tú fyrst og fremst elska at grava. Tað er ikki petti øðrvísi hjá teimum, ið arbeiða við taktikki.
At fáa putlispælið á vøllinum at hanga saman. Tá verður grivið. Endurskoðað og klipt. Spælt aftur, og aftur, og aftur, og aftur. Kanska er gull at finna, í einum evarska lítlum sekvensi av einari álopsrotatión. Ella í verjuni.
Tað eru kanska ikki tey flestu, sum vaksa upp við dreymi um at gerast greinarar. Fyri nógv ung, so birtir ofta ein dreymur um at gerast fótbóltsleikari. Enntá yrkisfótbóltsleikari. Veruleikin er tó tann, at tað eru ikki øll, sum sleppa gjøgnum nálareyga. Tað gjørdi Jákup ikki, men honum dámdi somikið væl fótbóltsspælið, at kláraði ikki at sleppa tí.
Vit hava tosað við 24 ára gamla Jákup Reinert Højgaard, fótbóltsgreinaran av Saltnesi.
- Av tilvild, at eg gjørdist greinari
- Tað var um 2022, at eg fann útav, at eg ikki fór at blíva ordiliga góður fótbóltsspælari í Føroyum. Tá byrjaði eg so at hugsa venjaravegin. Eg bjóðaði meg so fram at taka mær av næstbesta liðnum hjá B68, sum tá spældi í 2. deild og tað slapp eg, og gavst so at spæla sjálvur, greiðir Jákup okkum frá.
Víðari sigur Jákup, at tað gekk skjótt til at hann fekk blóð uppá tonnina. So líðandi arbeiddi hann seg framat hitanum hjá Jákupi á Borg og um tveir ár seinni, til kappingarárið í 2024, kunngjørdi B68 unga mannin sum hjálparvenjara á besta mansliðnum hjá B68. Hann byrjaði sostatt veruliga gjøgnum hjálparvenjarapostin at arbeiða við greining av fótbóltsspælinum.
- Sum hjálparvenjari hjá Jákupi hevði eg serliga fokus á verjupartin og at verja brotsteigin. Tað var her at eg – sum mestsum allir venjarir í onkran mun gera – serliga byrjaði at analysera. Eg hevði vikuligar fundir saman við verjuleikararunum, har vit gjøgnumgingu nakrar støður og avtalur saman – áðrenn tað, tá eg var venjari hjá næst besta liðnum, hevði eg hjálpt Jákupi eitt sindur við einstakum greiningum av mótstøðuligum, umframt øðrum pørtum av okkara spælið.
- Man kann sikkurt siga, at alt byrjaði við at B68 góðtók at ein smádrongur gjørdist venjari hjá næstabesta liðnum, leggur Jákup flennandi afturat.
Sostatt byrjar øll søgan við, at Jákup á Borg gevur einum ungum manni ábyrgd og sýnir honum álit.
Allir venjarar greina
Tað er eygsæð, at hetta við greining er ikki nakar nýggjur gerningur í fótbóltshøpi og í ítróttarhøpi annars. Tað gerst greitt, sum vit tosa við Jákup, at talan er um sera tíðarkrevjandi arbeiði.
- Ofta er tað greining deilt upp í álop, verju og deyðbóltar. Ein greinari brúkar tí nógva tíð uppá at klippa videobrot til, sum so verða løgd fram til eitt nú venjingar, liðfundir, eftirmetingar og so framvegis, sigur Jákup Reinert Højgaard.
Og tað er hetta, sum altíð hevur fangað hann.
At greina. At tulka. At fáa ting at spæla saman og ganga upp. At seta seg inní, hvat mótstøðuliðið man fara at diska upp við, til ein komandi dyst.
Tað var tí ikki long tíð til at boð vóru eftir honum aðrastaðni.
Smádrongurin av Saltnesi fær landsliðsboð
Tað skuldu ganga sløk 23 ár inntil Jákup fekk landsliðsboð. Tað var í 2024 at hann fekk møguleikan at gerast fyribils greinari hjá føroyska A-landsliðnum hjá monnum, táið venjaraparið Eyðun Klakstein og Atli Gregersen tóku við sum fyribils venjarar, eftir at samstarvið millum FSF og Håkan Ericson endaði í oktober 2024.
![]()
Eyðun og Atli vórðu formliga kunngjørdir sum nýggir landsliðsvenjarar á valentinsdegnum í 2025, og seinni gjørdist greitt, at Jákup Reinert Højgaard helt fram sum greinari.
- Tá ið Eyðun bleiv settur sum fyribils landsliðsvenjari í november 2024, skuldi hann samla eitt fyribils toymi. Tá fekk eg møguleikan at koma til eitt prát heima hjá honum, har hann spurdi um ymiskt og eg greiddi frá, hvat eg kundi lutað við toymi. Hetta var hann nøgdur við og eg fekk so møguleikan at koma við, sigur Jákup.
Hóast Jákup ikki kendi Eyðun so væl áðrenn hetta, so hittust teir javnan í FSF høpi, gjøgnum venjaraskeið og tílíkt.
- Eyðun, Atli og eg eru allir nakað ymiskir, men saman haldi eg vit rigga sera væl sum toymi og arbeiða væl saman. Eg eri sera takksamur fyri at teir vildu geva einum ungum knekti møguleikan, umframt álit, til at hjálpa teimum at tæna okkara landsliðið, leggur ein stoltur Jákup afturat.
Ein skuldi kanska trúð, at nú var málið rokkið. At nú varð gullið funnið.
Soleiðis er tó ikki, tí einar 1500 kilometrar í ein landsynning frá Tórsvølli, vóru nú aftur boð eftir Saltnesmanninum.
Skandinaviska stórfelagið Brøndby
Tað var tann 20. november 2025, at Jákup fyrstu ferð trein inn á Brøndby Stadion sum starvsfólk. Stórfelagið hevur uppælt fleiri heimsklassa leikarar gjøgnum ár og dag. Eisini hevur liðið havt føroyskar leikarar á listanum. Hetta síggja vit millum annað uttanfyri Brøndby Stadion, har allir landsliðsleikarar teirra eru á einum lista, ið hongur uppi har. Í 2003 var Jón Rói Jacobsen leikari í gult-bláa felagnum og 13. mei 2012 fekk René Shaki Joensen debut á besta mansliðnum.
![]()
- "Wall of Talents" á Brøndby Stadion. (Mynd: Jákup R. Højgaard)
![]()
- Á einum "Wall of Talents"-veggi á Brøndby Stadion hongur hendan myndin av René Shaki Joensen. (Mynd: Jákup R. Højgaard)
Akademiið verður kallað Masterclass og tað er her, at Jákup Reinert Højgaard gjørdist greinari hjá U17 liðnum hjá danska stórfelagnum.
- Í august 2025 flutti eg saman við konu míni til Keypmannahavnar. Tá sendi eg eina umsókn til Brøndby IF. Eg spurdi um tað var møguleiki at fáa eitt starv í Brøndby sum kundi kombinerast við mítt starv hjá landsliðnum. Júst tá var einki starv tøkt, men teir søgdu tá, at teir ynsktu at venda aftur um nakrar mánaðir. Hetta passaði eisini fínt hjá mær, tí vit høvdu eitt rættiliga intenst heyst við nógvum landsdystum, fortelur Jákup.
Møguliga ávirkaðu góðu úrslitini hjá landsliðnum ítróttarstjóran í Brøndby
- Tá ið eg var komin til Danmarkar aftur, eftir sigrarnar móti Montenegro og Kekkia, fekk eg so møguleikan at koma til eina samtalu við teirra ítrottarstjóra, Julius Ohnesorge. Hendan samtalan gekk fínt og hann lovaði so at venda aftur nakrar vikur seinni. 2-3 vikur seinni ringdi hann so aftur, og spurdi um eg hevði hug at at byrja har, aftaná okkara landsdystir í Kroatia.
Arbeiðsuppgávurnar hjá Jákupi fevna øgiliga breitt. Tær mest vanligu uppgávurnar eru td. tað at gera post-match analysur. T.e. gjøgnumgongd av vikuskiftisdystum, sum td. spælast leygardag.
- Analysurnar, sum eg skal hava aftaná spældar dystir, eru ofta uppdeildar í tema. Tað vil siga, at vit analysera hagtøl og video, við serligum atliti til onkran ávísan sekvens í spælinum. Her er tað í samstarvi við venjaran, at við seta sjóneykuna á okkurt ávíst, sum ynski er um, at vit skulu arbeiða við.
- Til dømis hava vit seinastu tvær vikurnar arbeitt við at fáa spælararnir rættvendar við bóltinum, í millumrúminum inni í teirra blokki. Tað er plássið millum verjuketuna og miðvøllin, leggur Jákup afturat.
![]()
- Her síggja vit eina venjing úr sama vinkli sum Jákup. (Mynd: Jákup R. Højgaard)
Um tað, at seta seg inn í mótstøðuliðið, sigur Jákup, at tað er ein natúrligur partur, men at tað ikki verður brúkt ov nógv tíð uppá tað.
– Vit hyggja sjálvandi eftir, hvar okkara spælistílur passar væl inn, í mun til spælistílin hjá mótstøðuliðnum, sigur Jákup stutt.
- Hetta er ein partur av skrivstovuøkinum á Brøndby Stadion, har Jákup hevur sína dagligu gongd. (Mynd: Jákup R. Højgaard)
Til dystirnar hjá U17 liðnum er Jákup við, men hevur eyguni longur uppi.
Tað vil siga, at hann hyggur eftir leikgongdini, analyserar, klippur nøkur videobrot til, sum so verða deild við leikararnar og venjaratoymið í steðginum, um tað krevst.
Hetta er eisini galdandi fyri venjingar, har Jákup serliga heldur eyga við tí evninum teir hesa venjing leggja dent á. Beint eftir venjingina gjøgnumganga teir nøkur heilt fá klipp frá venjingini í umklæðingarrúminum hjá spælarunum.
![]()
- Umklæðingarrúmið hjá U17 liðnum, har Jákup er greinari. (Jákup R. Højgaard)
Framtíðin
Tá ið vit spyrja Jákup um framtíðina, er hann hvørki avgjørdur ella ivasamur.
- Eg hugsi ikki so nógv um framtíðina. Í løtuni eri eg í tveimum sera spennandi starvum. Á landsliðnum arbeiða vit ógvuliga hart fyri at optimera og menna okkara landslið, soleiðis at vit kunnu flyta okkum enn longur. Vit eru sera glaðir fyri seinasta landsliðsár, men vit trúgva fult uppá at vit kunnu blíva enn betur og skapa enn størri úrslit saman, sigur Jákup og leggur afturat, at hetta kemur ikki av sær sjálvum, og tí verður arbeitt knallhart.
Spurdur um tað ikki kann vera torført, at reka bæði størvini, er Jákup avgjørdur.
- Tað er ein spennandi avbjóðing, men arbeiðið hjá mær í Brøndby fer ikki at órógva landsliðsarbeiði. Tvørturímóti, so trúgvi eg, at tað fer at gagna tí, sigur Jákup avgjørdur.
- Nú havi eg so eisini fingið hetta starvið í Brøndby IF, sum er nakað øðrvísi, í mun til landsliðs- og vaksnamannafótbólt, men sum eisini er sera spennandi. Beint nú eri eg øgiligar glaður fyri hesi starvini, har eg merki at eg geri mun, samstundis sum eg blívi avbjóðaður og tí eisini kann blíva við at mennast, leggur Jákup afturat.
![]()
- Her síggjast nýggjastu talentini hjá Brøndby IF, sum eru skúlaðir á teirra akademiið, Masterclass. Millum annað sæst Noah Nartey, sum fyri stuttari viku síðani bleiv seldur til Lyon í Fraklandi, fyri 75 milliónir danskar krónur. (Mynd: Jákup R. Højgaard)
Fótbóltinum tørvar annað enn bara leikarar
Um arbeiðið sum greinari, heldur Jákup, at tað avgjørt er nakað, sum føroysk lið gera brúk av – og kunnu gera enn meir brúk av.
Hann vónar, at enn fleiri ungdómar fáa eyguni upp fyri, at tað er eitt hav av arbeiðsmøguleikum innan fótbóltsheimin – eisini hjá teimum, sum ikki gerast topp-leikarar í heimligu kappingini.
![]()
- Soleiðis kann eisini arbeiðast í fótbólti. (Mynd: Jákup R. Højgaard)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald