
Ungdómsítróttur snýr seg sanniliga ikki bert um úrslit, men støðan í steypakappingunum - og í nøkrum landskappingum - benda í øllum førum á, at nógv verður gjørt rætt í B36.
Tá ungdómsfinalur verða spældar á Tórsvølli 12. og 13. september, verður B36 í fimm finalum - tær eru seks í tali.
Talan er millum annað um allar á dreingja-manssíðuni.
Tann einasta finalan uttan B36-luttøku verður tann hjá U16-gentum. Har vann Skála hálvfinaluna móti júst B36 í gjárkvøldið - Skála er nummar eitt í landskappingini og B36 nummar tvey.
FC Hoyvík hevur eisini spælt seg í U16-finaluna, og AB og 07 Vestur hava eisini lið við.
Víkingur er aftur í ár væl umboðað: Liðið í Eysturkommunu hevur annað árið á rað lið í øllum dreingjafinalunum (U13, U15 og U17). Har standa allar finalurnar millum Víking og B36.
Tað er rímiliga merkivert, at feløg sum KÍ, HB og NSÍ ikki hava umboð í nakrari ungfómsfinalu. HB er tó greitt oddalið í U17-landskappingini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald