
Argjamenn tóku ikki av, og so gjørdist B36 steypavinnari í U21. Úrslitið gjørdist 3-0 til árstalsfelagið. Málskjúttarnir vóru Emil Hansen, Elias Johannesen og Tobias Hansen.
Stóra steypafinaluvikuskiftið hjá FSF í yngru deildunum varð sparkað í gongd fríggjakvøldið, tá AB og B36 brustu saman í finaluni um U21 steypið.
Og hóast tað stóð 3-0 til B36, tá dómarin, Niklas Petersen floytaði av, so var talan um ein javnan dyst, og teir í AB hava alla orsøk at iðra seg.
Serliga í fyrra hálvleiki komu argjamenn til fleiri góðar málmøguleikar, men seinasti neyvleikin væntaði í, samstundis sum B36 málverjin, Daniel Borentzvige stóð ein góðan dyst.
Í staðin tók B36 av, og fimm minuttir eftir hvíldina legði Emil Hansen, ið eisini var valdur til dagsins spælara, árstalsfelagið á odda 1-0. Elias Johannesen økti eitt korter fyri leiklok, og í yvirtíðini staðfesti Tobias Hansen 3-0 sigurin.
Í morgin, leygardagin 13. septembur eru fimm steypafinalur á skránni á Tórsvølli. U13 dreingir leggja fyri klokkan 10, og síðani verður spælt uttan íhald til klokkan 19, tá steypafinalan hjá U17 dreingjum verður spæld.
U13 dreingir
Leygardagin 13. sept. kl. 10:00 (Víkingur – B36)
U13 gentur
Leygardagin 13. sept. kl. 11:30 (07 Vestur – B36)
U15 dreingir
Leygardagin 13. sept. kl. 13:00 (Víkingur – B36)
U16 gentur
Leygardagin 13. sept. kl. 16:00 (FCHoyvík – Skála)
U17 dreingir
Leygardagin 13. sept. kl. 19:00 (B36 – Víkingur)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald