Fótbóltur

B36 og NSÍ avgjørdu tíðliga í 2. hálvleiki

Klæmint Andrasson Olsen gjørdi hattrick við Løkin, og B36 syrgdi í Trongisvági fyri, at liðið framvegis er oddalið við fullum stigatali.

Runavíkingar fegnast, eftir at Klæmint Andrasson Olsen hevur skorað eitt av sínum trimum málum (Mynd: Sverri Egholm)

Runavíkingar fegnast, eftir at Klæmint Andrasson Olsen hevur skorað eitt av sínum trimum málum (Mynd: Sverri Egholm)

2020-05-27 21:23 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyrstu tveir dystirnir í 4. umfari Betrideildini vórðu leiktir í kvøld. Tveir stórfavorittar vórðu, og teir greiddu sína skyldu.

Myndir: TB - B36
Myndir: NSÍ - ÍF

Dystirnir fóru í gongd klokkan 19.00, og fáar minuttir seinni var 1-0 til favorittarnar. NSÍ helt tí leiðsluna allan 1. hálvleik móti ÍF. B36 fór til hálvleiks við einari eitt-máls leiðslu, men tað var støðuni 2-1: Poul Ingason hevði fingið javnvág í eftir hálvan tíma, áðrenn Sonni Ragnar Nattestad skoraði sítt fyrsta mál í Betrideildini fimm minuttir fyri hálvleik. TB hótti í 1. hálvleiki B36 væl.

[object Object]
Poul Ingason skoraði málið hjá TB í kvøld (Mynd: Bjartur Vest)

[object Object]
Sonni Ragnar Nattestad skoraði til 2-1 við Stóra (Mynd: Bjartur Vest)

Tíðliga í 2. hálvleiki økti Meinhard Egilsson Olsen til 3-1 í Trongisvági við sínum fjórða málið í fýra dystum (hevur skorað eitt í hvørjum dysti). Hetta var áleið tað seinasta av týdningi sum hendi í dystinum. TB royndi at trýsta, men broddurin manglaði, og B36 fekk sigurin trygt í hús - fjórði sigurin av fýra gjørligum hjá B36. Í fjør hevði liðið hjá Jákup á Borg eisini 12 stig eftir fýra umfør. Næsta uppgáva er grannauppgerð móti HB mánadagin.

Í Runavík komu heili fýra mál í 2. hálvleiki. Klæmint Andrasson Olsen stóð fyri tveimum av teimum og gjørdi harvið hattrick. Hini bæði skoraðu miðvallarnir Mórits Heini Mortensen og Betuel Hansen - mál nummar tvey hjá báðum í ár. 

[object Object]
Betuel Hansen skoraði til 5-0 (Mynd: Sverri Egholm)

Harvið hendi einki heilt óvæntað í kvøld. ÍF var skert - manglaði skøddu Jens Joensen og Karl Løkin, umfrat at Jan Ellingsgaard og Dánjal á Lakjuni noyddust út innan fyrsta hálva tíman - og TB tyktist framvegis at royna at finna seg sjálvan. Í kvøld vóru tríggir útlendingar á bonkinum frá byrjan, Poul Ingason var í álopinum, og liðið spældi nakað øðrvísi. TB hevur framvegis einki stig. Næsta uppgáva hjá TB er í Sarpugerði.

4. umfar í Betrideildini

NSÍ - ÍF 5-0 (1-0)
8' Klæmint Olsen (Petur Knudsen) 1-0
50' Klæmint Olsen (Mórits Heini Mortensen) 2-0
57' Morits Heini Mortensen (Klæmint Olsen) 3-0
60' Klæmint Olsen (Jann Julin Benjaminsen) 4-0
76' Betuel Hansen (Jann Julin Benjaminsen) 5-0

NSÍ (5-3-2/3-5-2): Tórður Thomsen - Jákup Jakobsen, Jóhan Troest Daivdsen, Rógvi Egilstoft Nielsen - Bárður Jógvansson Hansen, Mórits Heini Mortensen, Betuel Hansen, Aron Knudsen, Jann Julin Benjaminsen - Klæmint Andrasson Olsen (L), Petur Knudsen

ÍF (4-2-3-1): Milos Budakovic - Sjúrður Pauli Nielsen, Tóri Nolsøe Olsen, Jan Ólavsson Ellingsgaard (L) (28' Sámal Joensen), Andy Olsen - Hákun Edmundsson, Bogi Løkin - Dànjal á Lakjuni (24' Gundur Ellingsgaard Petersen), Filip Djordjevic, Ari Ólavsson Ellingsgaard - Uros Stojanov
 
Myndir frá dystinum

TB - B36 1-3 (1-2)
6' Michal Przybylski 0-1
29' Poul Ingason (John Villi Wøldike Leo) 1-1
40' Sonni Ragnar Nattestad 1-2
48' Meinhard Olsen 1-3

TB (4-2-3-1): Meinhardt Joensen - Eirikur Ellendersen, Ndende Adama Gueye, Rasmus Møller, Sebastian Kroner - Dánjal Godtfred, John Villi Wøldike Leo - Jens Erik Bruhn, Rógvi Joensen, Einar Thorsteinsson - Poul Ingason

B36 (4-1-4-1): Mattias Lamhauge - Benjamin Heinesen, Erlendur Magnusson, Sonni Ragnar Nattestad, Alex Mellemgaard - Eli Falkvard Nielsen - Árni Frederiksberg, Stefan Radosavljevic, Michal Przybylski, Meinhard Egilsson Olsen - Sebastian Pingel

Myndir frá dystinum

Støðan: 

1. B36 (12 stig) *
2. NSÍ (9 stig) *
3. HB (9 stig) 
4. Víkingur (7 stig)
5. KÍ (6 stig)
6. EB/Streymur (3 stig) 
7. ÍF (3 stig)*
8. AB (1 stig) 
9. TB (0 stig) *
10. Skála (0 stig)

Ein dyst fleiri

Hósdagin 28.05: 
17.00: HB - Víkingur

19.00: KÍ - EB/Streymur
           Skála - AB

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder