Fótbóltur

B36 snávaði móti Skála - KÍ á odda í deildini eftir stórsigur á B68

Var tó stórur smeitur fyri KÍ, at Patrik Johannesen slet hælsinuna. Skála vann ársins fyrsta stig - í dag klokkan 15 byrja hinir tríggir dystirnir í 5. umfari. FM1 sigur frá í Streymnesi og í Sarpugerði og tikið verður samanum í 3. hálvleiki klokkan 19.30.

B36 megnaði ikki at skora móti Skála og harvið er liðið nakað frá 1. plássinum nú (Mynd: Sverri Egholm)

B36 megnaði ikki at skora móti Skála og harvið er liðið nakað frá 1. plássinum nú (Mynd: Sverri Egholm)

2026-04-12 11:17 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tveir teir fyrstu dystirnir í 5. umfari í Meistaradeildini hjá monnum vórðu spældir í gjárkvøldið.

KÍ livdi upp til leiklutin sum stórfavorittur, tá B68 vitjaði, og legði seg á odda í deildini. Tað endaði 6-1 við Djúpumýru.

Árni Frederiksberg var í hopla, Dávid Reynheim skoraði sítt fyrsta mál fyri felagið, men kvøldið hjá KÍ og Patriki Johanesen gjørdist eisini keðiligt:

Nakað eftir at tvøramaðurin í KÍ hevði skorað til 1-0, fjórða málið í ár, noyddist hann av vølli. Sambært Norðlýsinum, hevur Patrik Johannesen slitið hælsinuna. Talan er um stóran smeit - landsliðsspælarin spælir ikki aftur í 2026. 

[object Object]
Patrik Johannesen fær ikki gjørt mun fyri KÍ í FM-stríðnum ella í Evropa (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Hoyr eisini: Dávid Reynheim fegnast um fyrsta kappingarmálið hjá KÍ

B36 er framvegis ósigrað, men kvøldið hjá árstalsfelagnum var ikki gott: Man megnaði ikki vinnna á heimavølli móti Skála, sum annars ikki hevði nakað stig áðrenn.

Tað endaði málleyst í Gundadali, har B36 vantaði hugflog í álopskenda spælinum.

Hoyr eisini :
Jákup Martin Joensen: - Tað var torført at bróta Skála niður
Pauli Poulsen: - Góð kensla at koma á stigatalvuna

[object Object]

Tríggir dystir klokkan 15 - FM1 sigur frá tveimum

Hinir tríggir dystirnir í umfarinum byrja klokkan 15 seinnapartin:

EB/Streymur - HB (FM1)
Víkingur - AB (FM1)
NSÍ - 07 Vestur

Vit siga frá í Streymnesi og í Sarpugerði og fylgja eisini gongdini við Løkin, har NSÍ kann leggja seg á odda í deildini.

Klokkan 19.30 verður tikið samanum umfarið í sendingini "3. hálvleikur"

Lurta eftir FM1 her ella á vanligu frekvensunum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder