William Rygaard hevur seinnapartin skrivað undir sáttmála við B36.
19 ára gamli danski álopsspælarin hevur seinastu tvey árini verið sáttmálabundin í AGF.
- Hann er kraftmikil spælari við stórum menningarmøguleikanum, sum eisini er vanur at skjóta mál. Nú er hann komin til Føroya og B36 at taka næsta stigið á yrkisleiðini, skrivar B36.
William Rygaard er annar spælarin, sum er komin inn í besta manshópin hjá B36 í summarsteðginum. Herfyri vendi Pætur Petersen aftur til B36 úr Hillerød, meðan Torgeir Børven hevur takkað fyri seg. Í august fer Tobias Elmelund Hansen eisini av landinum í lestrarørindum, og hann fer sostatt ikki at spæla fyri B36 eftir summarsteðgin.
Avtalan millum B36 og Rygaard er í fyrsta umfari galdandi fyri hetta kappingarárið, sigur felagið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald