Fótbóltur

B36 vann minnu steypakappingina við sigri á Skála

Livyan Silva og dagsins spælari, Ragnhild Magnusson, skoraðu málini í 2-1 sigrinum. Hetta er annað árið á rað, at B36 vinnur kappingina. Leygardagin klokkan 18.30 verður finalan um Løgmanssteypið hjá kvinnum spæld.

Mynd: Jóhanna Thomsen/FSF

Mynd: Jóhanna Thomsen/FSF

2026-09-17 19:29 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Sonevnda minna steypakappingin er millum liðini, sum enda í niðara endaspælinum hjá kvinnum, umframt lið úr næstbestu deildini.

Hetta var triðja árið, at kappingin var, og annað árið á rað vann B36.

Hetta við finalusigri móti Skála á Tórsvølli mikukvøldið.

Skála er í roynd og veru í ovara endaspælinum - hetta tí NSÍ tók liðið úr. Men B36 megnaði at basa liðnum, sum sunnudagin vann á Víkingi.

Sambært FaroeSoccer og FSF skoraði blaðunga Ragnhild Magnusson til 1-0 eftir hálvan tíma, eftir upplegg frá Livyan Borges Silva. Og í 84. minutti var tað umvent: Ragnhild til Livyan og 2-0 til liðið hjá Eliesar Olsen.

Lilja Dam Jacobsen minkaði um munin fyri Skála nakrar minuttir seinni, men B36 stóð ímóti trýstinum og kundi aftur lyfta steypið.

[object Object]

[object Object]
B36-fagnaður (Mynd: Jóhanna Thomsen/FSF)

Eftir dystin varð Ragnhild Magnusson hjá B36 kosin dagsins spælari. 17-ára gamli miðvallarin hevði mál og upplegg í finaluni.

Leygardagin verður finalan um Løgmanssteypið hjá kvinnum spæld. HB og KÍ bresta aftur saman har - FM1 sigur frá dystinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder