2025-09-16 15:01

Jákup á Borg verður hósdagin gestur í B36 Varpinum á FM1. Hann er aftur í felagnum og hesaferð sum ítróttarstjóri.
Í sendingini verður prátað um, hvussu Jákup á Borg ætlar sær at arbeiða við teimum ítróttarligu og organisatorisku avbjóðingunum í B36.
Komið verður inn á, hvussu tað góða ungdómsarbeiðið í felagnum kann koma at síggjast aftur í úrslitunum hjá teim bestu liðunum. Og fokus verður eisini sett á, hvussu mentanin og virðini í B36 kunnu verða grundarlag fyri at skapa ein góðan og sunnan vinnarahugburð.
B36 Varpið verður sent á FM1 hósdagar klokkan 16.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald