- Fyri hvønn dyst, og hartil eisini fyri hvønn sigur vit fáa í skjáttina, gerst tað meir og meir sannlíkt at túrurin niður at venda ikki verður longri enn undanfarnu 15 árini.
Hetta staðfestir B71 á heimasíðu sínari eftir 7-0 sigurin á NSÍ á Sandi leygardagin. Talan var um fyrsta umfar eftir summarsteðgin, og sandoyingar hildu fram, har teir sleptu: B71 tapti tepurt í tveimum teimum fyrstu umførunum men eru nú ósigraðir í 15 teimum seinastu umførunum í 1. deild.
B71 hevur ikki verið í fremstu deildini síðani 2011 og var eisini niðri í triðbestu deildini og vendi í 2017. Men fleiri ferðir seinastu árini hevur tað verið nær við, og nú er bygt upp til, at teir í gulum og bláum aftur kunnu vera millum tey bestu. Við gongdini er tað bert ein spurningur um tíð.
Danin Nichlas Hjertsted í nakað yvir eitt ár, og við fleiri sterkum útlendingum umframt teimum lokalu, hevur hann leitt B71 til at vera nakarar sigrar frá uppflyting. Á pappírinum kann hendan koma uppá pláss í august, og er hetta staðfesting av flottum kappingarári.
B71 hevur 41 stig fyri 17 dystir. Næstbesta liðið hjá Víkingi er í hølunum við 39 stigum, meðan FC Suðuroy liggur til afturvend: 35 stig og 11 fleiri enn ÍF, sum er á 14. plássi.
Næstbesta liðið hjá EB/Steymi er greitt aftast í 1. deild, meðan fimm lið í stóran mun stríðast um at sleppa undan 9. plássinum. Við týðandi sigri á HB leygardagin, slapp TB sær tó nakað burtur frá hesum.
![]()
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald