
Tað var beinanvegin, at føroysku umboðini í 1. umfari í Conference League komu úr pottinum tá lutakast var í Nyon.
Tað varð ikki ynskimótstøðan hjá KÍ, Pennybont úr Wales, sum kom úr bollanum. Ístaðin skal suverena oddaliðið í Betrideildini royna seg móti SJK Seinajoki. Liðið er í løtuni á 5. plássi í tøttu finsku deildini, og meira sermerkt - liðið hevur ein føroyskan spælara á liðnum. Samuel Johansen Chuwkudi hevur gjørt vart við seg í SJK síðani skifti úr HB í vetur.
Tað varð heldur ikki ynski hjá føroyska miðverjanum at skula møta nøkrum, sum hann kennir væl. KÍ fer helst at vera ein lítil favorittur til hesa uppgerðina, men tað kann gerast ógvuliga tætt.
KÍ byrjar í Finnlandi 10. juli.
Samuel Chukwudi skal eftir ætlan spæla fyri finska lið sítt í Klaksvík 17. juli (Savnsmynd: Sverri Egholm)
NSÍ var, í mun til KÍ, ikki styrkismett. Liðið úr Runavík fekk eisini heilt stóra finska felagið HJK Helsinki, sum einki føroyskt felag hevur koppað enn.
HJK er tvey stig framman fyri SJK í tætta oddastríðnum í Veikkausliiguni. Høvuðsstaðarfelagið byggir uppaftur eftir eitt heldur miseydnað 2024, har tað tó eydnaðist at senda KÍ út úr Conference League play-off, og kortini koma í eitt deildarspæl.
NSÍ byrjar á heimavølli. Eftir ætlan verður tað 10. juli í Klaksvík.
HB kemur inn í kappingina í 2. umfari. Lutakastið til hetta verður í morgin.
Meira seinni
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald