Føroyska A-landsliðið við kvinnum endar sítt 2025 við árligu Baltic Cup. Her hittast baltisku londini, umframt Føroyar til fýra-lands kapping.
Liðini spæla tveir dystir hvør. Fyrst hálvfinalur og síðani finalu/dyst um 3. pláss. Hesaferð er kappingin í Litava, og Føroyar spældu móti vertunum í kvøld.
Kringvarpið skuldi vísa dystin, men vegna signaltrupulleikar var einki at síggja.
Litava skoraði einasta málið í tætta dystinum. Hetta var í 37. minutti. Føroyar royndu at svara aftur, men hóast møguleikar eydnaðist tað ikki, og tað endaði 1-0 í Kaunas.
![]()
Tær hjá Litava fegnast um mál sítt
(Myndir: Jóhanna Thomsen/FSF)
Fleiri spælarar hjá Føroyum fingu tó roynt seg, og liðið fekk arbeitt við ymiskum. Nú snýr tað seg um Estland mánadagin klokkan 11. Talan er um dyst um 3. plássið.
Tær fyrstu ellivu (Mynd: Jóhanna Thomsen/FSF)
![]()
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald