
Bárður á Reynatrøð hevði annað og meira týðandi at hugsa um enn at spæla dyst á Tórsvølli hóskvøldið.
25-ára gamli leirvíkingurin stóð á gáttini til at gerast pápi fyri fyrstu ferð. Hetta gjørdist so veruleiki fríggjadagin.
Bárður sat á bonkinum í Sarpugerði sunnudagin, tá Víkingur vann 4-2 á B36 í Betrideildini. Hann fór ikki við til Belfast mánakvøldið men fekk nakrar eyka løtur saman við nýborna soninum og konuni.
Myndir: Víkingur komin til norðurírska høvuðsstaðin
Sí eisini: Báðir liðleiðararnir blivnir abbar seinastu vikuna (Video)
Nú er Bárður á Reynatrøð á veg til norðurírska høvuðsstaðnum, og landsliðsmálverjin er tøkur til avgerandi dystin hjá Víkingi í 3. umfari í Conference League.
Víkingur vann 2-1 í fyrra dystinum móti Linfield. 21- ára gamli Hans Jákup Arngrímsson vardi tá Víkinga-málið.
Meira úr Belfast seinni
Conference League 3. umfar, seinni dysturin
Hósdagin 14. august
19.45: Linfield (NÍR) - Víkingur (1-2)
Sí eisini: Ikki havt so gott útgangsstøði móti Linfield áður
Les eisini: Poul Kallsberg: - Ein kempi uppliving at spæla hesar evropeisku dystirnar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald