
3. apríl var langur steðgur í dystinum millum B36 og Víking í 4. umfari. Alt steðgaði upp, tí ein tilvildarlig støða gjørdi, at Bergur Gregersen varð liggjandi við nógvar pínu.
Beinanvegin sást á liðfeløgum, mótspælarum, dómara og hjálparfólki, at hetta var álvarsamt. Hjálp kom skjótt inn á vøllin, og eftir eina løtu kom sjúkrabilur inn á vøllin í Gundadali.
Bergur førdur inn í sjúkrabilin eftir drúgva viðgerð (Mynd: Sverri Egholm)
Bergur Gregersen varð skurðviðgjørdur dagin eftir. Hetta fyri brot í tveimum ymiskum støðum omanfyri fótliðin. Ivasamt var, hvussu leingi gøtumaðurin skuldi sita uttanfyri men restina av 2025 var væntandi.
Sí eisini: Bergur Gregersen breyt beinið
Víkingurin var tó longu á vøllinum aftur í juli, og hevur hann so líðandi vant meira og meira við í Sarpugerði.
Mikukvøldið slapp vinstri bakkurin at spæla dyst aftur. Víkingur vitjaði B71 í útsettum dysti í næstbestu deildini, og Bergur Gregersen spældi fyrra hálvleik. Eitt gott fyrsta fet at koma nærri eina afturvendan í Betrideildini.
Savnsmynd: Sverri Egholm
Víkingur vann dystin 2-0. Bæði málini komu í 2. hálvleiki: Martin Klein legði Víking á odda, og í yvirtíðini skoraði Kaj Leo í Bartalsstovu við brotssparki. Hetta var fyrsta málið hjá Kaj Leo í føroyskum fótbólti síðani 2013.
Sí eisini: Kaj Leo spældi sín fyrsta dyst í føroyskari kapping í nærum tólv ár
B71 er nú sjey stig frá uppflytingarplássi. Næstbesta liðið hjá Víkingi er á 5. plássi í 1. deild.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald