Nógvur mjørki ger, at eingin flogferðsla hevur verið í Vágum síðani fyrrpartin. Hetta ger millum annað, at leiguflogfari hjá Lech Poznan ikki fær lent í Føroyum í dag.
Sí eisini: Tjúkkur mjørki tarnar allari flogferðsluni í Vágum í dag
Eftir bíðistøðu á flogvøllinum í Poznan eina góða løtu, eru hópurin hjá Lech Poznan nú farin á gistingarhús.
Sum Niels Frederiksen, venjari hjá Lech Poznan, greiddi spælara og toymi frá, so nyttar ikki at sita og bíða ov leingi. Hvílitíð og annað spælir inn, og umstøðurnar at lenda í Føroyum eru vánaligar í dag.
- Vit eru í samskifti við UEFA. Um vit lenda í morgin, kann tað verða, at dysturin verður fluttur. Men tað kann eisini vera, at vit spæla - men so er neyðugt at lenda tíðliga á degnum, so vit fáa nakað av hvíld, staðfestir danin.
Til ber at síggja videobrot frá almennu síðnu hjá Lech Poznan - á enskum - ovast
Ætlanin er, at flogfarið fer úr Poznan klokkan átta lokala tíð í morgin, hósdagin 13. august.
KÍ og Lech Poznan skulu eftir ætlan spæla seinna Europa League-dystin á Tórsvølli í morgin, hóskvøldið klokkan 18.30.
Samstundis spæla NSÍ og FC Lugano í Conference League - í Klaksvík. Har er eingin trupulleiki, tí spælararnir hjá Lugano komu longu til landið týsdagin.
Dagførd: 17.03
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald