FSF: Sunnudagin var annað umfar í UEFA-menningarkappingini fyri U16/U17 landslið við dreingjum á skránni.
Beint eftir middag brustu Bosnia Hersigovina og Ísland saman, og talan bleiv um ein spennandi og málríkan dyst, sum at enda mátti avgerast við brotssparkskapping.
Tað var annars nógv, ið bendi á, at Bosnia Hersigovina fór at vinna ein tryggan sigur, eftir at bosniarar vóru komnir á odda 3-0. Men okkara grannar fyri vestan vildu ikki leggja seg, og miðskeiðis í seinna hálvleiki stóð á jøvnum 3-3.
Fleiri mál komu ikki, og av tí at dystirnir í menningarkappingunum skulu avgerast, var farið beinleiðis til brotssparkskapping, sum Bosnia Hersigovina vann 4-2, og samanlagt 7-5.
Brotssparkskapping mátti eisini til fyri at finna ein vinnara í dystinum millum Estland og Føroyar. Um miðan seinna hálvkeik komu estar á odda 1-0, og tað sá eisini leingi út til, at Estland fór at vinna ein tepran sigur á Føroyum.
Men í 91. minutti javnaði Andrew Poulsen til 1-1, ið samstundis tryggjaði Føroyum sítt fyrsta stig í kappingini.
Í brotssparkskappingini vóru estar meira avgjørdir og vunnu 4-3, og samanlagt 5-4. Vinnarin av brotssparkskappingini fær eitt eyka stig.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald