
- Tað er einki sum ein fullsettur Tórsvøllur...eitt fríggjakvøld móti Kroatia: Tað verður fantastiskt.
Hetta sigur Jóannes Bjartalíð, sum gleðir seg at møta Luka Modric, Ivan Perisic og hinum, "áðrenn teir leggja gaggurnar á hyllina".
Sí eisini: Nærum útselt til Føroyar - Kroatia
29-ára gamli klaksvíkingurin hevur tíverri ikki verið so nógv í gaggunum í ár, sum hann og teir í Fredrikstad ætlaðu. Ein skaði hevur darvað tekniskt gávaði og álopskenda spælaran.
- Eg havi ikki verið við landsliðnum síðani í november í fjør, so hetta er deiligt. Altíð gott at síggja hesar "grýlurnar ", sum Jóannes við einum smíli og skemtandi kallar viðleikararnar og teir rundanum.
Jóannes Bjartalíð setur eisini orð á tað at royna seg móti einum Premier Leagur-felagi í Premier League undan landsdystunum móti Kroatia.
Hoyr alla samrøðuna við landsliðsspælaran ovast
Sí eisini: Mattias Lamhauge: - Ein serstøk avgerð sum eg varð bilsin av
Myndir: Gunnar og Viljormur vandu við til fyrstu venjingina
HM-undankapping 4. umfar:
Fríggjadagin 5. september á Tórsvølli
19.45 Føroyar - Kroatia
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald