Fótbóltur

Bornbrak í Suðuroy - evropeiskt stríð í Sarpugerði

Tveir týðandi dystir byrja klokkan 15, tá FC Suðuroy vitjar við Stóra, og Víkingur og B36 bresta saman. FM1 sigur frá TB-FC Suðuroy og til ber at fylgja við dagsins fýra dystum ovast á Portalinum.

B36 er tvey stig aftanfyri Víking í stríðnm um 4. plássið (Mynd: Sverri Egholm)

B36 er tvey stig aftanfyri Víking í stríðnm um 4. plássið (Mynd: Sverri Egholm)

2025-08-10 11:04 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tann fyrsti dysturin í 18. umfari í Betrideildini hjá monnum varð spældur fríggjakvøldið á Summarfestivalinum. Har var als eingin spenningur, tá KÍ sendi B68 heim við 7-0 tapi.

Sí eisini: 
Als eingir evroepiskir timburmenn hjá KÍ
Myndir: Stórsigurin hjá KÍ á Summarfestivalinum

Hinir fýra dystirnir í umfarinum verða spældir í dag, sunnudagin. Tríggir byrja klokkan 15, og dysturin í Runavík byrjar klokkan 17.15.

Betrideildin 18. umfar
Sunnudagin 10. august 
15.00:
HB - EB/Streymur
Víkingur - B36
TB - FC Suðuroy

17.15: NSÍ - 07 Vestur

Friggjakvøldið 8. august
KÍ - B68 7-0 (4-0)

Sí meira um dystin her

Støðan í Betrideildini: 

[object Object]

HB og NSÍ eru í dag stórfavorittar á heimavølli. Hesi liðini eru í harðari kapping um 2. plássið - at kappast við KÍ tykiskt ikki koma uppá tal.

Spenningur er um 4. plássi. Víkingur og B36 bresta eisini saman í dag - tvey stig skija liðini. Víkingur spældi harðan evropeiskan dyst hósvkøldið, har liðið fekk gott úrslit. Jóhan Petur Poulsen roterar helst nakað - B36 kemur frá ringari uppliving frá ólavsøkuni og skal reisa seg í lykladystinum.

Sí eisini: TB ognartók Gundadali á ólavsøkuni

TB hevur høgt sjálvsálit undan dystinum móti grannunum. FC Suðuroy spældi ein góðan dyst móti HB mánadagin - í dag skulu stig koma bururtúr. Bæði liðini fara eftir at fara nakað frá 07 Vestur, og tað fer at síggjast við Stóra, at nógv er uppá spæl.

FM1 sigur beinleiðis frá dystinum í Trongisvági, har viðmerkingar koma aftaná. Vit fáa eisini onkra viðmerking úr Sarpugerði. 

Til ber at fylgja gongdini í dystunum ovast á Portalinum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder