Fótbóltur

Brá var best í september og oktobur

Brá Zakariasardóttir úr NSÍ fór avstað við heiðrinum sum besti spælari í Betrideildini hjá kvinnum fyri teir báðar seinastu mánaðirnar.

Zakarias Bech saman við dótturini Brá Zakariasardóttir á Tórsvølli (Mynd: Hans Erik Danielsen)

Zakarias Bech saman við dótturini Brá Zakariasardóttir á Tórsvølli (Mynd: Hans Erik Danielsen)

2025-11-06 15:29 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Tað er eitt stórt herðaklapp at fáa hendan heiður. Eg eri ógvuliga glað fyri, at alt tað harða og miðvísa arbeiði, sum verður lagt í venjingarnar, eisini sæst aftur í dystunum, sum eg havi spælt.

Soleðis sigur Brá Zakariasardóttir úr NSÍ við heimasíðuna hjá FSF

18-ára gamla hoyvíkskvinnan skifti til NSÍ tíðliga í summar eftir eitt skifti í donskum fótbólti og er vorðin ein stórur profilur har.

Brá skoraði seks mál í níggju dystum í ovara endaspælinum og varð kosin sum besti spælari í Betrideildini hjá kvinnum fyri teir báðar seinastu mánaðirnar av kappingini.

[object Object]
Brá Zakariasardóttir í U-landsdysti á Tórsvølli í fjør. Hon hevur spælt sín fyrsta A-landsdyst í ár (Mynd: Sverri Egholm)

Tað eru venjararnir hjá liðunum í fremstu deildini, ið atkvøða, og tá talt var saman hevði 18 ára gamla Brá Zakariasardóttir fingið flestar atkvøður. Aðrar, ið eisini fingu fitt av atkvøðum hesaferð, vóru Tórunn Højgaard Joensen og Maria Vinjardsdóttir Johansen úr KÍ, og Fridrikka Clementsen úr HB, upplýsir FSF.

Heiðurin varð handaður til venjingina hjá U19 landsliðnum við gentum, sum fyrireika seg til EM undankapping í Týsklandi seinni í mánaðinum.

Tað var pápi Brá, Zakarias Bech, sum vegna Fótbóltssamband Føroya handaði dótturini eitt gávubræv frá Hotel Brandan upp á 1.000 krónur, og eina glasstandmynd, ið er latin av FSF.

Brá Zakariasardóttir er eisini byrjað at spæla A-landsliðsfótbólt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder