Fótbóltur

Brandur Hendriksson Olsen verður skurðviðgjørdur í dag

NSÍ- og landsliðsprofilurin er aftur skaddur í knænum - hetta eftir hending til venjing hósdagin. Hesaferð er tað meniskurin, og missir hann harvið millum annað landsdystin móti Kroatia í november.

Sum Eysturoyarportalurin skrivaði í gjárkvøldið, so skal Brandur Hendriksson sita uttanfyri í eina tíð vegna meniskskaða og skurðviðgerð í eina tíð (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Sum Eysturoyarportalurin skrivaði í gjárkvøldið, so skal Brandur Hendriksson sita uttanfyri í eina tíð vegna meniskskaða og skurðviðgerð í eina tíð (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-10-25 07:14 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinnapartin spælir NSÍ fyri at gerast fyrsta føroyska liðið í ár at basa KÍ og fyri at royna at yvirhála HB í stríðnum um 2. plássið.

Tað verður tó ikki við Brandi Hendriksson Olsen á miðvøllinum. 29-ára gamli skálvíkingurin hevur annars spælt í øllum dystunum hjá NSÍ í ár, fyriuttan tá hann hevði leikbann, og í øllum landsdystunum. Í dag skal landsliðsprofilurin tó ikki spæla dyst - hann skal undir skurð.

Til venjing hóskvøldið gekk galið við knænum. Sum Eysturoyarportalurin skrivar, so var greitt, at talan var um álvarsaman skaða, og skal Brandur Hendriksson undir skurð í dag.

[object Object]
Brandur Hendiksson hevur sum væntað verið stórur profilur hjá NSÍ í ár (Mynd: Sverri Egholm)

Brandur Hendriksson Olsen hevur slitið krossbandið tvær ferðir - fyrru ferð í Randers í 2017 og síðani í Helsingborg í 2022. 

Hesaferð er talan um meniskin. Harvið sær tað tíbetur ikki út til at vera eins álvarsamur skaði sum krossbandsskaði, men hetta er ein smeitur fyri Brand Hendriksson, landsliðið og helst NSÍ.

Júst í dag er NSÍ eisini uttan Klæmint Andrasson Olsen, sum fekk skaða í knæðið í Gundadali sunnudagin.

Tað er upplýst enn, hvat fyri skurðviðgerð talan er um. Tað eru eisini ymisk sløg av meniskskaða. Sambært upplýsingunum hjá Portalinum er talan um ein skaða, sum helst heldur Brandi úti í nakrar mánaðar. 

Kappingarárið í Føroyum byrjar aftur fyrst í mars - um stórar fýra mánaðir. Tað tykist púra vist, at Brandur Hendriksson Olsen ikki verður við í Kroatia mitt í november, tá Føroyar fara eftir HM-møguleikanum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder