Fótbóltur

Brandur skal hava blokadu - ikki undir skurð

Stóri landsliðsprofilurin hjá NSÍ var í Danmark til skanning í síðstu viku. Sambært venjaranum hjá NSÍ er hann úti í umleið ein mánaða afturat.

Sigurður Ragnar Eyjólfsson upplýsir fyri FM1 og Portalinum, at Brandur Hendriksson skal hava eina sonevnda blokadu í knæðið, so hann fær spælt aftur rímiliga skjótt (Savnsmyd: Sverri Egholm)

Sigurður Ragnar Eyjólfsson upplýsir fyri FM1 og Portalinum, at Brandur Hendriksson skal hava eina sonevnda blokadu í knæðið, so hann fær spælt aftur rímiliga skjótt (Savnsmyd: Sverri Egholm)

2026-03-23 13:22 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Móti endanum av kappingarárinum í fjør fór Brandur Hendriksson Olsen undir skurð fyri menisktrupulleikar í sama knæði, sum skálvíkingurin áður hevur verið skurðviðgjørdur tvær ferðir. Hetta fyri krossbandið.

Talan var ikki um eina stóra skurðviðgerð hesa ferð, men trupulleikar hava stungið seg upp aftur. Hetta hevur gjørt, at Brandur Hendriksson ikki hevur spælt fyrstu dystirnar í Meistaradeildini, og 30-ára gamli miðvallarin er heldur ikki í landsliðshópinum, sum mikudagin fer til San Marino.

Skálvíkingurin var í Danmark í seinastu viku. Har skuldi hann skannast í knænum, og síðani skuldi støða takast til, um Brandur Hendriksson Olsen skal undir skurð aftur ella ikki.

Tað skal hann í fyrstu syftu ikki. Sigurður Ragnar Eyjólfsson, venjari hjá NSÍ, upplýsir fyri FM1 og Portalinum, at Brandur Hendriksson skal hava eina blokadu í knæðið.

Hetta merkir, at dugnaligi miðvallarin sum útgangspunkt er úti í eini 4-6 vikur afturat. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder