
- Modric er ein av allarbestu miðvallarunum nakrantíð. Hann hevur sjálvandi verið ein fyrimynd fyri miðvallarar allastaðni. Men tá man fer innum strikurnar í morgin, so hugsar man ikki so nógv um tað.
Soleiðis segði Brandur Hendriksson Olsen á tíðindafundinum í gjár, tá skálvíkingurin tíðindafundinum varð spurdur um tað at skula spæla ímóti Balon d'Or-vinnaranum frá 2018 og Real Madrid-legenduni.
29-ára gamli føroyski miðvallarstrategurin hevði nógv rós til kroatiska liðformannin (Mynd: Sverri Egholm)
Sí fleiri myndir frá føroyska tíðindafundinum og venjingini her
Aftaná fekk Portalurin føroyska miðvallaran at útgreina hetta. Har staðfesti Brandur Hendriksson Olsen sína stóra virðing fyri lágvaksna kroatanum, sum kann stjórna einum dysti:
- Also...Luka Modric er ein heilt serstakur spælari. Hann hevur dominera á hægsta stigi í Evropa í nógv, nógv ár nú. At hann kemur her á Tórsvølli at spæla verður ein stór løta.
- Eg gleði meg nógv at spæla ímóti Modric: Eins og spælarar sum Fabregas og Iniesta, so er hann ein stór fyrimynd. Men..líkasum eg segði á tíðindafundinum: Tá vit fara inn um strikurnar her, so er tað okkum, tað snýr seg um, endar Brandur Hendriksson við einum smíli.
Sí eisini myndir: Modric og hinir á Tórsvølli
Kroatiski venjarin, Zlatko Dalic, staðfesti á tíðindafundinum í gjár, at Luka Modric fer at spæla hendan dystin. AC Milan-spælarin fyllur 40 ár í næstu viku, og hevur hann kroatiska metið fyri landsdystir (188).
Zlatko Dalic á Tórsvølli - hann hevur verið venjari hjá Kroatia síðani 2017 (Mynd: Sverri Egholm)
Tað verður Brandur móti Modric - Føroyar móti Kroatia - klokkan 19.45 í kvøld. Til ber at fylgja við á FM1 og Portalinum frá klokkan 17.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald