Fótbóltur

Brøndby - HB: Sí hæddarpunktini her

Brøndby var omaná, men HB bjóðaði av. Heimasíðan bold.dk hevur gjørt ein samandrátt á smáar fýra minuttir.

Eftir enn eitt flott avrik takka HB-spælararnir útiáskoðarunum í Brøndby (Mynd: RS Media/Havnar Bóltfelag)

Eftir enn eitt flott avrik takka HB-spælararnir útiáskoðarunum í Brøndby (Mynd: RS Media/Havnar Bóltfelag)

2025-08-01 07:42 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Evropeiska ævintýrið hjá HB kom at enda í gjárkvøldið, tá Brøndby vann 1-0 og harvið 2-1 samanlagt.

Við donskum brillum var tað ikki nakað serliga flott við hesum: Áðrenn, undir, millum og eftir dystirnar hava HB og føroyskur fótbóltur á ymsan hátt verið niðurgjørdur.

Sí eisini: Danskir miðlar: - Ein fadesa og eitt stórt vónbrot í Føroyum

Tað vóru eisini blandaðar kenslur millum Brøndby viðhaldsfólk í samband við dystin í gjár. Heimaliðið hevði samanlagt greiða leikliga yvirvág og flestu stóru málmøguleikarnar.

HB hekk tó í allan vegin - eiisni hóast skaðar - og legði líka í donsku hugsarnirnar og ætlanirnar. Brøndby noyddist at berjast og blokerað í egna brotsteignum heilt til 94 og ein hálvur minuttir var farin fyri at tryggja plássið í 2. umfari.

Heimasíðan bold.dk hevur gjørt ein samandrátt á smáar fýra minuttir. 

Samandráttur kann síggjast her

UEFA Europa Conference League 2. umfar, seinni dysturin
Í gjár, hósdagin 31. juli
Brøndby - HB 1-0 (1-0)  - Samanlagt 2-1

Sí eisini: HB fall við æru á Brøndby Stadion

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder