
Seinnapartin var lutakast til annað umfar av triðovastu evropeisku fótbóltskappingini fyri feløg, Conference League.
Sum steypavinnari kemur HB beinleiðis í annað umfar í hesi kappingini, og HB fær forkunnuga mótstøðu.
Tí HB trekti danska felagið Brøndby, sum hevur verið danskur meistari fleiri ferðir, og sum endaði á triðja plássi í superligakappingini, sum júst er av.
HB og Brøndby spæla á Tórsvølli 24. juli og í Brøndby 31. juli.
Brøndby hevur einaferð fyrr vitjað í Gundadali í sambandi við evropeiskar kappingar. Tað var í 2008, tá liðið hitti B36 í fyrsta undanumfari í táverandi Uefa Cup.
Brøndby kom víðari við at vinna 1-0 á Ovara vølli í Gundadali og 2-0 á Brøndby Stadion.
Til Serbia og Bulgaria
Í gjár varð staðfest, at KÍ og NSÍ fáa finska mótstøðu í fyrsta umfari, ávikavist SJK Seinäjoki (við Samuel Chuckwudi á liðnum) og HJK Helsinki.
Í dag gjørdist tað so greitt, at um hesi føroysku liðini spæla seg víðari í annað umfar, so skal KÍ spæla móti serbiska felagnum FK Radnički 1923, sum endaði á fjórða plássi í serbisku superliguni, og NSÍ móti bulgarska felagnum Arda Kardzhali, sum endaði á triðja plássi í bulgarsku liguni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald