
Talan gjørdist ikki um nakað Champions League-ævintýr hjá føroyameistarunum.
Víkingur er ikki í sama staði sum í fjør, og tað hevur eisini verið at sæð hesar báðar dystirnar móti Lincoln Red Imps.
Tað vóru tveir tættir dystir millum meistaraliðini úr Føroyum og av Gibraltar. Í dag var nógvi hitin og slavna luftin við Europa Point Stadium ein eyka avbjóðing hjá Víkingi, sum royndi at stýra leikferðini, samstundis sum liðið jagstraði - serliga í 2. hálvleiki og eftir seinna vatnsteðgin.
Komu til nakrar góðar møguleikar - Red Imps stongdi til seinast
Tað var ikki sum at siga tað, men teir í ljósabláum høvdu sínar støður. Í 1. hálvleiki rakti Jákup Johansen yvirleggjaran - hann var møguliga líka rangstaddur - og tvær ferðir vann Vìkingur bóltin høgt og var nær við at revsa: Í fyrra førinum, í 1. minutti, varð skotið hjá Poul Kallsberg blokerað, og í seinna førinum valdi Ragnar Skála skeivu loysnina og alveringina.
Víkingur fekk í dystinum tvey fríspørk í dreymastøðu til Poul Kallsberg, men bert tað fyrra gjørdist eitt sindur vandamikið. Sum heild hótti Víkingur javnan uppá deyðbóltsstøður: Long innkøst frá Arnbjørn Svensson og hornaspørk. Nakrar ferðir varð talan um líkinda skot, og eitt hjá Sølva Vatnhamar tíðliga í 2. hálvleiki var nær við at geva mál og javnvág í samanlagt. Í innleggsstøðum í opnum spæli vantaði neyvleikin heldur ofta.
Í verjustøðu høvdu víkingarnir væl betri tamarhald á Red Imps enn í 1. hálvleiki í Klaksvík. Tað er tann hálvleikurin, sum víkingarnir nú helst fara at sita og iðra seg mest um. 2-3 gjørdi, at liðið úr Eysturkommunu noyddist at jagstra - í nógvum hita. Nú Olaf Bárðarson ikki var við, vóru færri møguleikar frá bonkinum, og støðan gav eisini pláss til heimaliðið.
Yvirleggjarin varð raktur stutt eftir steðgin, Bárður á Reynatrøð bjargaði einari ein-móti einari støðu seint í dystinum, og mál varð kolldømt í yvirtíðini áðrenn Lincoln Red Imps kveistraði allan iva til viks í 95. minutti. Ein langur bótur fór afturum Víkinga-verjuna, og Tjay De Barr streyk avstað. Besti maðurin í uppgerðini fór framvið Bárði, og so var 4-2 samanlagt.
Einki stig við og - spæla aftur evropeiskt í august
Víkingur fekk harvið ikki nakað evropeiskt stig við sær úr 1. umfari. Samanlagda tapið merkir, at Víkingur í augst skal spæla í 3. umfari í Conference League - lutakastið gjørdi, at liðið hoppaði eitt umfar yvir har. Lutakastið til hetta verður mánadagin 21. juli. Tað kann gerast seinasta umfarið hjá Víkingi í Evropa í ár, tó møguleikin at fáa nakrar eyka møguleikar fór nú.
Tað kennist helst svárt hjá føroyameistarunum at tapa fyri liði úr einari av lægst styrkismettu londunum í Evropa, sum tað fyrsta føroyska liðið nakrantíð. Víkingarnir noyðast tó at viðganga, at Linoln Red Imps var ta hvassari yvir tvær uppgerðir, og útgangsstøði eftir fyrra dystin var keðiligt.
Champions League 1. umfar, seinni dysturin
Europa Point leikvøllurin, 15. juli
Lincoln Red Imps - Víkingur 1-0 (0-0) - Samanlagt: 4-2
Víkingur (4-2-3-1): Bárður á Reynatrøð - Ari Olsen, Atli Gregersen (L), Arnbjørn Svensson, Ingi Jonhardsson - Árni Nóa Atlason, Sølvi Vatnhamar - Poul Kallsberg, Stefan Radosavljevic, Ragnar Skála (46' Aron Jarnskor Ellingsgaard) - Jákup Johansen
Hesir komu inn í 2. hálvleiki: Jørgen Nielsen (63') + Jónatan Lervig og Arnór Brandsson (84')
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald