8. og seinasta umfar av deildarspælinum í Champions League varð avgreitt í kvøld við átjan dystum.
Greiða skuldi fáast á, hvørji átta lið komu beinleiðis víðari til áttandapartsfinalurnar - bert Arsenal og Bayern vóru tryggjaði áðrenn dystirnar - og hvørji sluppu inn um markið, sum eitur 24. pláss.
Danska meistaraliðið FCK skelkaði á Camp Nou við máli í 4. minutti og lá eina góða løtu til at koma víðari. Men í 2. hálvleiki skramblaði alt saman hjá FCK, tá Lewandowski, Yamal, Rashford og hinir vístu klassan: 4-1 til Barcelona sum endaði á 5. plássi.
Bodø/Glimt skrivaði søgu í Madrid
Betri gekst hinum skandinaviska liðnum. Bodø/Glimt hevði annars bert trý stig og ongan sigur fyri seks umfør - og Manchester City og Atletico Madrid á skránni - tá 2026 byrjaði.
Fyri átta døgum síðani vann Bodø/Glimt 3-1 móti liðnum hjá Guardiola á Aspmyra. Hóast Atletico kom frammum eftir eitt korter í Madrid í kvøld- við máli frá norska áleyparanum Alexander Sørloth - so gekk alt upp í eina hægri eind.
Frederik Sjøvold javnaði nakað fyri steðgin, og í 59. minutti skoraði danski áleyparin Kasper Høgh til 1-2. Hetta helt hjá Kjetili Knudsen og hansara monnum, og harvið er liðið úr Norðurnoreg á fyrsta sinni víðari til "knock-out dystir" í Champions League.
![]()
Spælararnir hjá Bodø/Glimt fegnast saman við áskoðarunum um søguliga sigurin (Mynd: EPA)
Málverjin hjá Mourinho avgjørdi endaliga í Madrid
Eitt flott avrik hjá norska felagnum, ið møguliga skal aftur til Madrid til play-off dystir í februar.
Tí Real Madrid megnaði júst ikki at koma í topp-átta, so at man slapp beinleiðis til 1/8-finalurnar. Tað sá annars soleiðis út men gott Benfica-avrik forðaði fyri hesum. Real Madrid fekk tvey reyð kort í yvirtíðini, og Anatoily Trubin tryggjaði endaliga sigurin og plássið í play-off umfarinum, tá málverjin hjá Benfica hann kom fram við og stútaði bóltin í netið eftir frísparks-innlegg.
4-2 og stór frøi á José Mourinho og hansara monnum. Tá fyrrverandi Real Madrid-venjarin kom til Benfica síðsta heyst, hevði liðið tapt allar sínar tríggjar dystir í kappingini. Í play-off umfarinum skal kendasti portugisiski venjarin hitta eitt av sínum fyrrverandi liðum: Real Madrid ella Inter Milan.
![]()
![]()
Champions League eftir deildarspælið:
Hesi liðini eru beinleiðis víðari til 1/8-finalurnar (endaðu í topp-8):
Arsenal, Bayern München, Manchester City, Liverpool, Barcelona, Tottenham, Sporting CP og Chelsea
Hesi skulu spæla play-off dystir í seinnu hálvu av februar um hini átta plássini (endaðu á plássunum 9-24):
Real Madrid
Inter Milan
PSG
Newcastle
Juventus
Atletico Madrid
Atalanta
Bayer Leverkusen
---------------------
Borussia Dortmund
Olympiacos
Club Brügge
Galatasaray
Monaco
Qarabag
Bodø/Glimt
Benfica
Lutakast verður um, hvussu spælt verður í play-off dystunum í morgin, fríggjadagin 29. januar. Liðini á teimum ovastu av hesum plássunum kunnu bert spæla móti teimum niðastu t.d. ; tað eru styrkisbólkar á tvey og tvey.
Tólv lið eru nú úti av Champions League - her ímillum FCK
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald