Fótbóltur

Champions League: Bulgarska meistaraliðið basti tí føroyska

Ludogorets skoraði tvær ferðir í løtuni stutt fyri steðgin, og KÍ megnaði ikki at fáa veruligan spenning í aftur. 0-3 og harvið koma KÍ-kvinnurnar ikki víðari, men tær skulu spæla um týðandi styrkisstig leygardagin.

Tær fyrstu ellivu hjá KÍ í Kosovo í dag (Mynd: Klaksvíkar Ítróttafelag)

Tær fyrstu ellivu hjá KÍ í Kosovo í dag (Mynd: Klaksvíkar Ítróttafelag)

2026-07-22 20:17 Author image
Agnar Prestá
placeholder

KÍ-kvinnurnar høvdu stóra uppgávu í Champions League í dag. Í mini-bólkinum, sum verður spældur, í Kosovo var Ludogorets á skránni: Eitt kropsliga sterkt lið og eitt felag, sum satsar meira og meira uppá kvinnusíðuna.

Dysturin kundi ikki veruliga stroymast, men hagtølini hjá UEFA vísa, at Ludogorets hevði greiða yvirvág í skotum (27-3)

Tað eydnaðist eisini bulgarska liðnum at fáa hol á móti tí føroyska meistaraliðnum tíggju minuttir fyri steðgin, og í 43. minutti var 2-0.

Hetta gjørdi tað tungt fyri KÍ á grasinum í 2. hálvleiki. Har vóru góðar løtur, men Ludogorets økti til 3-0 og er víðari í kappingini.

[object Object]
Liðið hjá KÍ í Kosovo í dag. Tóra Mohr, Birita Mohr og Ranja Joensen komu á vøllin í 2. hálvleiki

KÍ kann nú ikki koma í 2. umfar í Champions League, men leygardagin 25. juli spælir liðið um at enda nummar trý í bólkinum - og um møguliga týðandi styrkisstig.

Tað verður móti meistaraliðnum úr Moldova, sum veruliga fekk oyruni í maskinuna hjá vertunum í dag: Mitrovica vann 10-0 á Zimbru Chisnau.

Harvið eigur KÍ at hava ein góðan møguliga móti moldoviska høvuðsstaðarfelagnum í seinna dystinum á trúinum. Mitrovica og Ludogorets skulu leygardagin spæla um at koma víðari.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder