Fótbóltur

Champions League: FCK flongdi Malmö í stóru skandinavisku uppgerðini

Svensku meistararnir sendir yvirum aftur Oyrasundsbrúnna við 5-0 tapi - hæddarpunkt síggjast her. FCK skal í play-off umfarinum spæla móti Basel.

FCK skoraði fimm ferðir uppá ein lítlan tíma í Parkini (Mynd: EPA)

FCK skoraði fimm ferðir uppá ein lítlan tíma í Parkini (Mynd: EPA)

2025-08-13 08:53 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað var eitt øðiligt huglag og stórur spenningur á Eysturbrúgv í gjárkvøldið, men eftir 0-0 í hálvan tíma køvdi FCK spenningin uppá tjúgu leikminuttir.

Eftir fimm minuttir í 2. hálvleiki var 3-0, og tað endaði 5-0 í Champions League-dystin í Parkini.

Flott hjá FCK, sum stóð fyri undirhaldi, men ein eyðmýking hjá Malmö FF í 3. umfari í Champions League.

Hæddarpunkt síggjast niðanfyri:

Svensku meistararnir skulu ístaðin royna at koma í deildarspælið í Evropa League. Har er kekkiska Sigma Olomouc á skránni.

Donsku meistararnir fara eftir sínum triðja Champions League bólkaspælið/deildarspælið seinastu fýra árini. FCK skal 19. og 26. august stríðast við sveisiska Basel um plássið.

[object Object]
Vernjarin, Jacob Neestrup, takkar áskoðarunum eftir stóra sigurin í 3. umfari í Champions League (Mynd: EPA)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder