Í 2024 vann KÍ samanlagt 2-0 á Differdange 1. umfari í Champions League, og í ár skal KÍ aftur royna seg móti meistaraliði úr Luksemborg í stóru kappingini.
Hetta er greitt eftir lutakastið í Nyon, sum júst er liðugt.
![]()
Árni Frederiksberg skoraði bæði málini móti Differdange í fyrra dystinum millum meistaraliðini úr Føroyum og úr Luksemborg í 2024. 2-0 varð eisini endaliga úrslitið (Savnsmynd: Sverri Egholm)
FC Atert Bissen vann meistaraheitið fyri stuttum - í tættari kapping við júst Differdange. Bert málúrtøka skilti liðini.
Felagið er peningasterkt við einari rúgvu av útlendskum spælarum í hópinum, og vann meistaraheitið árið eftir uppflytingina. FC Atert Bissen hevur ikki spælt evropeiskar dystir áður.
Tískil kann vera heldur ilt at meta um styrkina á mótstøðuni, men deildin í Luksemborg er styrkismett nakað lægri enn tann í Føroyum, og vantandi evropeiskar royndir kunnu merkjast. At KÍ fekk Bissen heldur enn enn Levski Sofia úr Bulgaria ella ungarsku meistarararnir, er á pappírinum ógvuliga væl sloppið.
Eftir teimum sjey møguleikunum, sum komu í dag, kann metast, at bert Sutjeska úr Montenegro, ið KÍ sendi út úr Conference League í 2022, var ein betri møguleiki.
Byrjað verður í Klaksvík 7. ella 8. juli. Liðini spæla seinna dystin í Luksemborg vikuna aftaná; 14. ella 15. juli. Samanlagdi vinnarin kemur til 2. umfar í Champions League, meðan taparin fer í Conference League.
Lutakastið til 1. umfar í Conference League, har NSÍ og Víkingur eru við, byrjar klokkan 17
Sí eisini: Lutakast til Champions League klokkan 15 og Conference League klokkan 17
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald