Fótbóltur

Champions League: KÍ spælir í Kosovo klokkan 15.30

Kvinnurnar úr Klaksvík skulu royna at vinna seg víðari til annað stig í kappingini móti Ludogorets. Glopraregn og torusláttur hava givið avbjóðingar í fyrireikingunum.

KÍ skal í dag vinna á bulgariska meistaraliðnum fyri at koma víðari í Champions League (Mynd: Klaksvíkar Ítróttafelag)

KÍ skal í dag vinna á bulgariska meistaraliðnum fyri at koma víðari í Champions League (Mynd: Klaksvíkar Ítróttafelag)

2026-07-22 10:16 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Sunnudag setti ferðalagið við KÍ-kvinnunum kósina móti Kosovo. Har er Champions League-uppgáva á skránni hesa vikuna hjá føroyameistarunum.

Meðan besta manslið felagsins roynir at spæla seg í 3. umfar í kappingini, royna kvinnurnar at koma í 2. umfar - hjá teimum er skipanin nakað øðrvísi.

KÍ skal í dag vinna á bulgariska meistaraliðnum fyri at koma víðari í Champions League.

Dysturin millum KÍ og Ludogorets byrjar klokkan 15.30 føroyska tíð. Eingin stroyming er, men til ber at fylgja við á heimasíðuni hjá UEFA.

Heimasíðan hjá Klaksvíkar Ítróttarfelag skrivar annars, at veðrið í Kosovo hevur verið skiftandi - og ein avbjóðing:

- Veðrið hevur verið skiftandi. Fyrst brennandi sól og bláur himmal og næstu løtuna torusláttur og gloparegn. Hetta viðførdi millum annað tað, at tær ikki sluppu, at venja fótbólt fyrsta dagin. Í gjár var sama skil, men nú steðgaði tað at regna áðrenn, og tær fingu eina fína venjing, hóast vøllurin var nakað vátur.

Óansæð úrslit í dag, spælir KÍ aftur um vikuskifti í Kosovo: Um at koma víðari ella um 3. plássið í undanbólkinum.
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder