Tað er nú greitt hvørji lið koma at spæal hálvfinalurnar í ársins Champions League. Og tað verður uttan stórliðini Barcelona, Real Madrid og Liverpool, sum fyrr hava verið evropeiskir meistarar.
Hálvfinalurnar verða millum Paris Saint-Germain og Bayern München og Atlético Madrid og Arsenal.
Liverpool tapti greitt sínar fjórðingsfinalur móti verandi meistarunum, PSG úr Paris. Franska liðið vann báðar dystirnar 2-0. Á Anfield fyrakvøldið var tað Ousmane Dembéle, sum skjeyt bæði málini, annað upp á brotsspark.
Arsenal megnaði akkurát at bjargað sær pláss í hálvfinalunum. Eftir at hava vunnið 1-0 á Sporting CP í Lissabon í farnu viku við mál í yvirtíðini, endaði dysturin í London í gjárkvøldið málleysur.
Bayern München tryggjaði sær víðari luttøku við fyrst at vinna 2-1 móti Real Madrid í spanska høvuðsstaðnum í farnu viku. Á Allianz Arena var málveitsla í gjárkvøldið, tá týsku meistararnir vunnu 4-3.
Sponsku gestirnir løgdu seg á odda tríggjar ferðir í dystinum, Men í 89. minutti javnaði Luis Diaz til 3-3 – tá høvdu spaniólar fingið ein leikara útvístan – og í yvirtíðini skoraði Michael Olise sigursmálið til 4-3.
Síðsta fjórðingsfinalan var ein sponsk uppgerð millum Atletico Madrid og FC Barcelona. Høvuðsstaðarliðið vann 2-0 í fyrra dystinum, og so var ikki nokk hjá Barcelona at vinna 2-1 á heimavølli í fyrrakvøldið.
Fyrru hálvfinalurnar í Champions League verða spældar 28. og 29. apríl, tá PSG møtir Bayern München í Paris, meðan Atletico spælir móti Arsenal í Madrid. Seinnu semifinalurnar verða spældar 5. og 6. mai.
Champions League finalan verður á Puskás Aréna í Budapest 30. mai.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald