Fótbóltur

Dabo nærkast B36

Sum skilst er eingin ivi um, at Boubacar Dabo vendir aftur til føroyskan fótbólt eftir eitt hálvt ár í Gibraltar og dystir í Conference League-deildarspæli - hann vandi við í Gundadali í gjár.

Boubaar Dabo, her sum B68-spælari í Gundadali, har skjóti vongurin úr Senegal eftir øllum at døma skal hava heimavøll skjótt (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Boubaar Dabo, her sum B68-spælari í Gundadali, har skjóti vongurin úr Senegal eftir øllum at døma skal hava heimavøll skjótt (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-01-14 15:33 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hann kom til landið í 2022 og eftir tvey ár í B68 og síðani eitt og eitt hálvt ár í EB/Stereymi, har hann uppá tað besta var vandamikil móti so at siga einum og hvørjum liði, varð Bobacar Sidik Dabo seldur til Gibraltar.

EB/Streymur fekk nakað av peningi fyri vongin úr Senegal. Men í vetur hava fleiri søgur gingið um, at Dabo hevur eitt ynski um at koma aftur til Føroya - og at áhugi er.

[object Object]
Dabo átti nógv í góðu gongdini hjá EB/Streymi í seinnu hálvu í 2024 (Mynd: EB/Streymur)

Nøkur feløg hava verið uppá tal, men nú tykiskt greitt, at 28-ára gamli vongurin í 2026 fer at hava heimavøll í Gundadali.

Portalurin hevur fingið upplýst frá fleiri keldum, at avtala verður gjørd millum B36 og Boubacar Dabo.

B36 hevur í vetur mist millum annað Pætur Petersen (Hillerød) og Marius Kryger Lindh (NSÍ) og tørvar álopskendar og vandamiklar spælarar.

Boubacar Dabo vandi sum skilst við B36 í gjár. Ítróttastjórin í B36, Jákup á Borg, var høvuðsvenjari hjá Dabo størsta partin av tíðini á Toftum.

Vendir aftur frá Gibraltar

Dabo gjørdi annars sáttmála við Lincoln Red Imps, sum var galdandi til og við 30.juni 2026. Harvið skal ein avtala uppá pláss við felagið á Gibraltar.

Har hevur Dabo spælt nógv og millum annað seks dystiir í Conferene League, har liðið var í deildarspælinum.

Sambært Faroeoccer spældi nú 28-ára gamli maðurin 86 dystir í fremstu røð í Føroyum í líka yvir trý ár. Har hevði hann 43 málstig - skjótt verður lagt afturat hesum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder