
Í síðstu viku varð kunngjørt, at Lyngby hevur sagt venjaran Morten Karlsen upp og sett millum annað Dan Brimsvík í fyribils venjaratoymi.
38-ára gamli havnarmaðurin er í løtuni tað, sum eitur "Head of Coaching" hjá danska felagnum. Harvið hevur Dan stóran leiklut í akademiinum hjá Lyngby - nú hevur hann eisini ábyrgd av besta liðnum.
Lyngby spælir í Hobro í kvøld. Talan er um 9. umfar í næstbestu donsku deildini.
Dysturin byrjar klokkan 18 føroyska tíð og sæst á TV3 Sport og Viaplay.
Tað er ikki greitt enn, hvød tekur við sum fastur høvuðsvenjari hjá Lyngby; ella nær viðkomandi tekur við. Harvið kann hetta verða einasti dystur við Dan Brimsvík sum ábyrgdara saman við Andreas Bjelland og Bertram Gylling. Ella verður tað ein av fleiri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald