
2. september varð kunngjørt, at Morten Karlsen var uppsagdur í Lyngby, og at eitt fyribils venjaratoymi skuldi taka yvir.
Hesum var Dan Brimsvík partur av. 38-ára gamli havnarmaðurin varð í summar settur sum "Head of Coaching" í sælendska felagnum. Seinasta stóra mánaðin hevur Dan eisini verið knýttur at besta liðnum.
Hesa tíðina hevur Lyngby fingið 10 stig í fýra dystum í næstbestu donsku deildini. Góða spælið og ósigraða gongdin hevur gjørt, at Lyngby í løtuni liggur á 2. plássi og til uppflyting til Superliguna. Bert Hillerød, við Adrian Justinussen og Poul Kallsberg á liðnum, er frammanfyri liðið hjá Dan Brimsvík.
Sí eisini: Adrian avgjørdi móti Middelfart - Meinhard skoraði í sigri á Esbjerg
Gongdin hevur eisini leitt til gleði í og kring Lyngby, og á lyngby-boldklub.dk í dag verður staðfest, at menningin seinasta stóra mánaðin hevur gjørt, at Lyngby hevur valt at bíða við at seta ein nýggjan høvuðsvenjara.
Í Lyngby vilja teir vera við, at "stórur áhugi er fyri starvinum", og at "man hevði kunna sett ein nýggjan venjara í morgin". Tó skal tað vera tann rætti, og man heldur, at tað rætta beint nú er at halda fram við sama toymi restina av 2025. Seks dystir eru eftir av hesari hálvuni í næstbestu donsku deildini.
Yviskipað standa Dan Brimsvík og Andreas Bjelland á odda fyri liðnum. Føroyingurin hevur milum annað venjararoyndirnar og neyðugu útbúgvingina, meðan Bjelland hevur spælt leingi á hægsta stigi í Danmark og aðrastaðni. Báðir kenna felagið - tað er Andreas Bjelland, sum hevur tikið sær av miðlauppgávunum hetta tíðarskeiðið, og Lyngby ætlar, at hann skal halda fram í framtíðarvenjaratoyminum.
Hóast góðu gongdina bendir einki á, at Dan Brimsvík fast verður fluttir upp til besta liðið, tí hann er settur at stýra sterka akademi'inum saman við akademistjóranum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald