
Daniel Johansen hevur vent nøsini heim aftur til Føroya, og tað verður KÍ, sum fyrrverandi HB'arin fer at spæla við.
26 ára gamli vinstri bakkurin hevur skrivað undir hálvt triðja ára sáttmála við oddaliðið í landskappingini, KÍ.
Les eisini: Sáttmálin uppsagdur: Daniel Johansen vendir aftur til føroyskan fótbólt
Hann hevur roynt eitt ævintýr uttanfyri Føroyar, og sum støðan er nú, so er hetta rætta stigið fyri seg, sigur Daniel Johansen við heimasíðuna hjá KÍ.
- Liðið liggur nummar 1, og hevur ein sera sterkan hóp við átta landsliðsleikarum og spennandi álopsinnaðum spælistíli, sum passar væl til mín. At eg eisini kenni fleiri av leikarunum væl, ger tað eisini lættari at velja, sigur Daniel Johansen, sum hevur smoygt KÍ blusuna yvir høvdið til dagsins mynd.
Høvuðsvenjarin hjá KÍ, Magnus Powell, vísur á, at Daniel er keyptur inn sum ein vinstribakkur.
- Vit hava keypt Daniel Johansen inn, til at taka kappingina upp við Robert Williams. Daniel kann bæði spæla sum vinstribakkur og eisini vongbakkur. Tað fáa vit eisini brúk fyri, tá ið evropeisku dystirnir standa fyri framman, sigur Magnus Powell.
KÍ spælir leygarkvøldið á Norðoyastevnu toppdyst móti NSÍ. Dysturin byrjar klokkan 19.
Les eisini: Daniel, Jákup og Patrik aftur á landsliðnum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald