Fótbóltur

Danin í London er uppsagdur

Thomas Frank var undir átta mánaðir í starvi í Tottenham, sum nú liggur á 16. plássi í Premier League. Heimatapið fyri Newcastle gjørdist dropin, og nú eru sjey fastir venjarar koyrdir úr deildini í ár.

"Dead man walking" - kanska visti Thomas Frank longu í gjárkvøldið, at her var galið: Í morgun komu boðini um, at hann er sjeyndi Premier League-venjarin í ár, sum fær sekkin (Mynd: EPA)

2026-02-11 11:43 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Buh-rópini ljóðmaðu um stóra leikvøllin í London, har Totteham hevur havt so torført við at finna støðufesti seinastu árini. Newcastle, ið annars sjálvdan vinnur á útivølli, tók øll trý stigini týskvøldið, og gjørdi Tottenham-kreppuna verri.

Sum fleiri viðmerkjarar longu spáddu í gjárkvøldið, so varð hetta seinasti dropin í Thomas Frank-bikaranum.

Danski venjarin skifti í summar úr Brentford, har hann í nógv ár stóð seg so væl. Men Tottenham-starvið er stríggið, og hóast góða gongd í Champions League, kundi teir hægstu í felagnum ikki hyggja burtur frá vánaligu gongdini í Premier League.

[object Object]
Tað eydnaðist ikki Frank og Tottenham at basa Howe og Newcastle á heimavølli (Mynd: EPA)

Við úrslitunum hetta umfarið, fór Tottenham niður á 16. pláss og er nú fimm stig frá niðurflytingarstrikuni. Tað hevði enntá bert verið trý stig niður, ikki Benjamin Sesko aðrastaðni í London javnaði fyri Manchester United móti West Ham langt inni í yvirtíðini.

Hetta hevði við sær, at ein nógv umrøddur maður ikki slapp til frisør (United vann heldur ikki hesa ferð fimm dystur á rað), men meira álvarsamt var, at ein maður misti starvið í gjár.

Thomas Frank er tann fimti fasti Tottenham-venjarin seinastu sjey árini, og 52-ára gamli danin gjørdist samstundis tann sjeyndi Premier League-venjarin í ár, sum var uppsagdur. Tað er ikki greitt, hvør tekur yvir.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder