Tað gekk akkurat ikki hjá FC Suðuroy at halda sær uppi í bestu deildini- Málmunur skilti uppflytararnar og 07 Vestur, sum koyrir við væl hægri fíggjarligar orku og væl fleiri útlendskum spælarum.
Les eisini: 07 Vestur bjargaði sær plássinum
FC Suðuroy hevði fleiri spælarar, sum høvdu tikið túrin frá 2. deild í 2023, til 1. deild og síðani upp. Sum heild ráddi Pól Thorsteinsson yvir einum hópi, har teir flestu høvdu lítlar ella ongar royndir í fremstu røð.
Tað vóru tó eisini meira royndir mans, og 29-ára gamli Dánjal Godtfred kom í 2025 uppum 200 dystir bestu deildini.
Hartarbeiðandi miðvallarin, sum eisini spæld fleiri dystir sum miðverji hetta kappingarárið, hevur áður spælt norðanfjørðs. Og sum FC Suðuroy skrivar í vikuni, so hevur stórur áhugi verið fyri Dánjali, "sum lætt kundi spælt víðari í bestu deildini næsta kappingarár".
![]()
Dánjal Godtfred hevur verið ein stórur profilur hjá FC Suðuroy, síðani hann kom aftur í 2024 (Mynd: Bjartur Vest)
Ein týðandi sáttmáli fyri FC Suðuroy, sum skal hava royndir og ymiskar dygdir á liðnum, tá roynt verður at flyta uppaftur.
- Hóast vit mugu tungu leiðina niður í 1. deild aftur í komandi ár, hevur Dánjal valt at verða verandi í barnsdómsfelagnum. TAÐ hevur stóran týdning fyri okkara felag.
Í Vági roynir man helst eisini at fáa ein sum Salmund Bech at halda fram, meðan onkur av útlendingum í øllum førum fara.
FC Suðuroy hevur longu longt við millum annað liðformannin Pætur Augustinussen, sum hevði eitt gott ár, og sáttmáli við unga álopskenda Olivur Renéson Thomsen er kunngjørdur í dag.
![]()
Eyðbjørn Thomsen, formaður, saman við Olivur Renéson Thomsen sum kom frá TB síðsta vetur (Mynd: FC Suðuroy)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald