
Eitt máttloysi sást á Brøndby-venjara og spælarum seinastu løtuna á Tórsvølli í gjárkvøldið. Aftaná hómaðist eisini ein ávis arrogansa og nógv irðan: Teir vóru týðiliga foyir um úrslitið.
Einki Brøndby-umboð var tøkt til ein-til-ein samrøðu. Á tíðindafundinum á Tórsvølli vildi Frederik Birk tó gjarna staðfesta, at HB einki óvæntað ella serliga gott gjørdi, sum dysturin leið: Brøndby burdi skorað fleiri mál og vunnið dystin og handfór ikki nóg væl løtuna eftir 0-1 málið var turrisliga staðfestingin.
Les eisini: Javna ikki ti teir eru góðir - tað er ti vit ikki avrika nóg væl
Frederik Birk byrjaði við líka at rósa HB, men sum heild helt Brøndby-venjarin ikki nógv um dystin (Mynd: Sverri Egholm)
Mongu útiáskoðarnir koyrdu av álvara á, men tað bar ikki á mál (Mynd: Sverri Egholm)
Í Brøndby-leguni máttu teir eisini vita, hvat bíðaði - ella longu var í gongd í Danmark.
Á sosialu miðlunum, og millum annað í viðmerkingunum á egnari Facebook-síðu, varð Brøndby-liðið hegla niður fyri avrikið og úrslitið í Føroyum: Millum annað fyri at undirmeta HB, fyri hugburðin ella fyri hvussu vánaligt tað er at ikki vinna greitt á einum føroyskum felagi.
Frederik Birk hevur eisini fingið nógv omanyvir seg, og ungi venjarin hevur kanska lisið nakrar heldur keðiligar yvirskirftir síðani dystin.
Skíggjamynd: BT
Ekstra Bladet hevði tað gula frammi - Les meira her
"Brøndby faldt sammen på Færøerne" er yvirskriftin hjá nógvum miðlum - hetta vegna Ritzau-skrivið um dystin.
Sjálvt egni fjeppara-miðilin, sum var í Føroyum, fanst hvassliga at avrikinum og dystinum sum heild. 3 point tekur eisini ringu evropeisku hagtølini hjá Brøndby á útivølli fram: Liðið hevur nú ikki vunnið á útivølli í 13 evropeiskum dystum á rað.
Størst trýst á HB - verða trýstir í botn av liði úr Føroyum
Stóri miðilin TV2 hevur eisini tikið málið upp. Hetta í einari grein, har keðiligu avrikini hjá donsku liðunum hesa vikuna verða tikin upp: FC Midtjylland og Silkeborg spældi eisini javnleik. Tey spældu á heimavølli móti ávikavist Hibernian (Skotland) og liðnum hjá Jóan Símuni Edmundsson, KA.
Sí eisini: Liðið hjá Jóan Símuni skelkaði í Silkeborg
Viðmerkjarin Morten Bruun er bersøgin:
- Skotsk feløg eru ikki bara soleiðis at koyra yvir, men vit mugu vænta, at donsk feløg vinna á liðum frá Íslandi og úr Føroyum.
Hann sigur seg vera mest skelkaðan, um Brøndby rýkur út, og at hetta er tað danska liðið, sum stórt trýst nú er á:
- Brøndby verður simpulten trýst í botn av einum liði úr Føroyum. Tað sá annars so gott út móti Silkeborg í 1. umfari í Superliguni, so tað er ein vátur vøttur. Frederik Birk hevði heilt víst ynskt sær ein greiðan sigur, su man kundi rotera í seinna dystinum...nú torir eingin venjari at niðurraðfesta.
Brøndby-hópurin er framvegis í Føroyum og hevur eisini í dag verið á Tórsvølli. Liðið hevur havt eina venjing har, tí uppgávan í Superliguni er á graslíki í Farum - tað at spæla á graslíki var aftaná dystin brádliga ein trupulleiki fyri Brøndby.
Seinni dysturin millum HB og Brøndby verður spældur á Brøndby Stadion hóskvøldið 31. juli klokkan 17.30.
Atgongumerki kunnu keypast her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald