23. juni 1998 gongur aftur sum eitt ekkó í serliga Noreg í løtuni. Hetta kvøldið í Marseille stendur sum tað størsta í søguni hjá norska manslandsliðnum, tí tá vendi Noreg 0-1 til 2-1 móti brasilsku heimsmeistarunum og kom víðari úr HM-bólkaspælinum á fyrsta sinni.
Málini frá Tore Andre Flo og Kjetil Rekdal sendu norðmenn í ein veruligan fótbóltsrús. Tá var Ståle Solbakken við í hópinum sum spælari. Nú, Noreg eftir 28 ár er aftur í HM-endaspæli, stendur hann á odda
Ein samandráttur á 17 minuttir frá dystinum í Marseille sæst her
Soleiðis er eisini nú - serliga eftir at Noreg vann 2-1 á Fílabeinsstrondini í Dallas týskvøldið. NRK hevur í dag víst dystin móti Brasil frá 1998 og í tíðindasendingini, sum var frá klokkan 18, snúði so at siga alt um brakið móti Brasil í kvøld og stóra spenningin.
Eini 130.000 fólk savnaðist miðskeiðis í Oslo í sambandi við dystin týsdagin. Tað verður væntað, at uppftur fleiri gera tað í kvøld. Nógv snýr seg um fótbólt í hesum døgum í Noreg, og tað verður róð nógvastaðni.
Sí eisini: Norðmenn hertóku Times Square enn einaferð
![]()
Nógvir norðmenn eru eisini í New York-økinum í løtuni (Mynd: Kena Betancur/AFP/Ritzau Scanpix)
Noreg hevur ongantíð tapt móti Brasil men er heldur ongantíð komið longri enn áttandapartsfinalu í einum endaspæli.. Harvið verður søga skrivað, um tað eydnast Haaland, Ødegaard og hinum at vinna seg í 1/4-finaluni. Tað hevði verið størsta úrslitið í fótbóltsøgu landsins - dysturin byrjar klokkan 21 føroyska tíð.
Klokkan eitt í nátt okkara tíð byrjar ein annar ógvuliga spennandi dystur. Ivamál hevur verið um byrjanartíðspunktið, alment vegna veðurumstøður í Meksiko býi, men Meksiko tekur ímóti Onglandi klokkan 01.00.
Vertslandið hevur vunnið allar dystirnar í endaspælinum, hetta uttan at lata mál inn. Meksiko hevur bert tapt tveir av 80 dystum á mæta og søguliga leikvøllinum, har Ongland í 1986 varð varpað úr HM eftir tvey av kendastu málunum í HM-søguni. Bæði stóð Diego Maradona fyri.
Harvið ein gomul marra - og tað at spæla í hæddunum, umframt ivamálini á fleiri plássum hjá Thomas Tuchel hevur givið nógva stúran í bretsku miðlunum og fólkinum.
Í gjár, leygardagin 4. juli
Marokko - Kanada 3-0 (0-0)
Paraguay - Frakland 0-1 (0-0)
Sunnudagin 5. juni
21.00: Brasil - Noreg (TV2/TV2 Play, NRK)
01.00: Meksiko - Ongland (DR1 og DRTV.)
20.00: Portugal - Spania
01.00: USA - Belgia
17.00: Argentina - Egyptaland
21.00: Sveis - Kolumbia
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald