17-ára gamli Dávid Reynheim hevur í kvøld megnað nakað, sum eingin føroyskur fótbóltsspælari hevur gjørt áður.
Hann hevur verið við til at vunnið eitt italskt meistaraheitið.
Talan er um fremstu kappingina í U17-fótbólti í einum av heimsins fremstu fótbóltstjóðum.
Seinastu tíðina hevur tað verið skipað sum eitt endaspæl, og har hevur Torino sligið fyrst Inter Milan (í tveimum dystum) út og síðani Udinese.
![]()
Dávid Reynheim skorar her sítt fyrsta Betrideildarmál sum 16-ára gamal (Mynd: HB/RS Media)
Í kvøld var risafelagið AC Milan á skránni í Rom. Føroyski áleyparin byrjaði inni í finaluni.
Dávid Reynheim fekk annars ein snudd í fótin í fjórðingsfinaluni, men eins og pápin Kári Reynheim í Landskrona á sinni, spældi hann við binding um fótliði og stríddist fyri liðið.
Fyrstu 90 minuttirnir endaðu við málleysum javnleiki. Heldur einki mál kom í longdu leiktíðini, men í brotsparkskappingini var Torino stinnari.
Harvið hevur Dávid, sum er uppvaksin í HB, fingið eitt flott gullheiðursmerki í sínum fyrsta ári í italskum fótbólti. Torini keypti hann seinasta summar - næsta ár snýr tað seg um U19-fótbólt og at menna seg víðari á høgum stigi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald