Fótbóltur

Dávid Reynheim er nýggjur á U21-landsliðnum

17-ára gamli Torino-spælarin var á listanum hjá Ólavi Mikkelsen í dag. Í mun til seinast eru Heini Fossdalsá Sørensen, Ejvind Restorff Mouritsen og Torkil Úlvur Holm tøkir - hetta til dystirnar í Íslandi og Luksemborg.

HB seldi í fjør Dávid Reynheim til italska Torino (Mynd: Sverri Egholm)

HB seldi í fjør Dávid Reynheim til italska Torino (Mynd: Sverri Egholm)

2025-08-25 10:50 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Áðrenn Eyðun Klakstein slapp framat at kunngerða úttøkuna hjá A-landsliðnum, fekk Ólavur Mikkelsen orðið.

33-ára gamli strandingurin segði stutt, at uppgávurnar í Íslandi og Luksemborg í september vera størri enn tann móti Estlandi í juni. Hana loystu Føroyar og Ólavur væl: Tað endaði 2-1 í Klaksvík.

Áki Samuelsen skoraði tá sigursmálið. Vongurin hevði eina framúr fyrru hálvu í Noreg. U21-liðformaðurin  fekk tó ein skaða fyri tveimum vikum síðani og er harvið eitt sindur ivasamur til landsdystirnar. Ólavur Mikkelsen segði tó við miðlarnar, at Áki ætlar at spæla fyri Ranheim næsta vikuskifti.

U21-landsliðið til EM-undandystirnar móti Íslandi og Luksemborg

Málverjar: 
Rasmus Olsen, FC Suðuroy
Hans Jákup Arngrímsson, Víkingur

Verjuspælarar
Aron Reinert Hansen, B68 Toftir
Jákup Vilhelmsen, B68 Toftir
Jónas Prior, 07 Vestur
Ingi Arngrímsson, Víkingur
Virgar Jónsson, EB/Streymur
Bjarti Thorleifsson, Skála ÍF
Torkil Holm, TB Tvøroyri

Miðvallarspælarar
Jógvan Gullfoss, B36 Tórshavn
Mattias Hellisdal, B36 Tórshavn
Árni Nóa Atlason, Víkingur
Dávid Biskopstø Andreasen, KÍ Klaksvík
Ejvind Restorff Mouritsen, HB Tórshavn
Heini Fossdalsá Sørensen, HB Tórshavn
Hanus Højgaard, B68 Toftir
Áki Samuelsen, Ranheim Fotball (Noreg)

Álopsspælarar
Jóhan Josephsen, B68 Toftir
Aron Benjaminsen, Kristiansund BK (Noreg)
Dávid Reynheim, Torino (ITA)

2. umfar undankappingini til EM 2027: 
Hósdagin 4. september
Ísland - Føroyar

3. umfar:
Mánadagin 9. september
Luksemborg - Føroyar

[object Object]
Ólavur Mikkelsen á tíðindafundinum. Hann og liðið hava sínar fyrstu uppgávur á útivølli tíðliga í september (Mynd: Sverri Egholm)

Í mun til seinast er Torkil Holm tøkir. Hetta er fyrstu ferð, at spenanndi høgri bakkurin hjá TB, sum var og royndarvandi í júst Ranheim í summar, verður við til U21-landsdystir.

Ejvind Mouritsen og Heini Sørensen hava roynt tað áður. HB-miðvallararnir vóru ov skaðdarvaðir í juni men kunnu gera ógvuliga góðan mun hesaferð.

Dávid Reynheim er uppvaksin í HB og er heilt fríska lotið á listanum hesaferð. Hann er bert 17 ár men er í stóru ungdómsdeildini hjá Torino í Italia. Har gjørdist David í juni italskur U17-meistari eftir finalusigur á AC Milan, og nú er áleyparin fluttur eina deild upp.

- Eg havi sæð nakrar dystir hjá honum úr Italia, og so kenna vit hann frá millum annað øðrum U-landsliðum. Dávid hevur fysikkin og arbeiðir altíð gróthart, og tað er fyrsta krav, um tú skalt vera føroyskur landsliðspælari, segði U21-landsliðsvenjarin við Rás2.

Sí eisini: Dávid Reynheim er italskur meistari

Dagført: 11.08
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder