Fótbóltur

Deni og KÍ eru komnir til Serbia

KÍ-hópurin kom til Beograd úr Keypmannahavn við leiguflogfari, áðrenn leiðin gekk til Kragujevac við bussi. KÍ skal hóskvøldið spæla í hitanum har - Deni Pavlovic skal spæla evropeiska dyst nummar 44 í heimlandinum.

Dani Pavlovic, sum hevur spælt við KÍ síðani 2018, saman við foreldrunum, ið tóku ímóti á flogvøllinum í Beograd um middagsleitið. Deni er føddur og í stóran mun uppvaksin í serbiska høvuðsstaðnum (Mynd: Klaksvíkar Ítróttafelag)

Dani Pavlovic, sum hevur spælt við KÍ síðani 2018, saman við foreldrunum, ið tóku ímóti á flogvøllinum í Beograd um middagsleitið. Deni er føddur og í stóran mun uppvaksin í serbiska høvuðsstaðnum (Mynd: Klaksvíkar Ítróttafelag)

2025-07-22 12:48 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eftir venjing og máltíð við Djúpumýru seinnapartin í gjár, gekk leiðin hjá KÍ-hópinum vestur í Vágar.

Tey í ferðalagnum yvirnáttaðu í Keypmannahavn, áðrenn kósin í morgun varð sett móti Serbia. 

Deni kom heim 

KÍ-hópurin við fylgi lendi við leiguflogfari í Beograd nakað fyri middag. Hetta var heldur serstakt fyri tann eina spælaran hjá KÍ.

Beograd er føðistaðurin hjá Deni Pavlovic, sum eisini - í stóran mun - er uppvaksin í serbiska høvuðsstaðnum.

Nú 31-ára gamli serbin hevur verið í Føroyum og í Klaksvík síðani 2018 og hevur harvið verið partur av stóru framgongdini hjá KÍ. 

[object Object]Deni Pavlovic í Conference League-bólkaspælinum í 2023. Nú miðja hann og liðfelagarnir eftir at taka enn eitt fet í kappingini (Mynd: Aleksandar Djorovic)

[object Object] (Mynd: Klaksvíkar Ítróttafelag)

Fyri Deni og KÍ-hópinum á flogvøllinum stóðu foreldrini hjá Deni. Pápin, Zoran Pavlovic, hevur spælt í Føroyum og hevur í tveimum umførum verið TB-venjari.

Sterki verjukendi serbiski KÍ-spælarin skilir nú nógv av føroyskum. Hann spældi ein ógvuliga góðan dyst móti SJK Seinajoki í síðstu viku og skal í sínum heimlandi spæla týðandi dyst hósdagin. Sambært FaroeSoccer hevur Deni Pavlovic spælt 43 evropeiskar dystir.

Uppgerðin móti Radnicki 1923 byrjar klokkan 19 føroyska tíð, hóskvøldið 24. juli. Tá verður sagt frá umleið 30 hitastigum í Kragujevac. KÍ-hópurin er nú ávegis til hendan býin við bussi.

Conference League 2. umfar - fyrru dystirnir
Hóskvøldið 24. juli 
19.00: Radnicki 1923 - 

Sí eisini: HB og KÍ hava stórar uppgávur hóskvøldið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder