Fótbóltur

Diogo Jota og André Silva jarðaðir í dag

Familja og liðfelagar savnaðust í dag í Gondomar í Portugal.

Liverpool-leikarar Virgil van Dijk og Andy Robertson komu við blómum í morgun (Mynd: EPA)

Liverpool-leikarar Virgil van Dijk og Andy Robertson komu við blómum í morgun (Mynd: EPA)

2025-07-05 12:55 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Portugisiski landsliðsleikarin og Liverpool-leikarin Diogo Jota og beiggi hansara, André Silva, sum doyðu í einari ferðsluvanlukku í Spania hósdagin, vórðu jarðaðir í Portugal í dag.

Fríggjadagin var minningarhald fyri familjuna, og í dag var jarðarferðin í portugisiska býnum Gondomar, har familja og fyrrverandi liðfelagar savnaðust at siga eitt seinasta farvæl.

André Silva gjørdist 25 ára gamal, meðan Diogo Jota gjørdist 28 ára gamal. Diogo Jota giftists fyri tveimum vikum síðani við unnustu sínari, Rute Cardoso, sum hann hevur trý børn saman við.

Myndirnar niðanfyri eru frá EPA-myndatænastuni:

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder