Fótbóltur

Diop og Moses sleppa ikki til Skotlands

Hetta er vegna vantandi innfararloyvi og strangari reglur. HB-spælararnir úr ávikavist Senegal og Nigeria spæla harvið ikki í fyrra Conference League-dystinum hósdagin, men eru tøkir til heimadystin.

Moses Ebiye sleppur ikki at spæla móti gamla felagi sínum enn (Mynd: Sverri Egholm)

Moses Ebiye sleppur ikki at spæla móti gamla felagi sínum enn (Mynd: Sverri Egholm)

2026-07-20 15:46 Author image
Agnar Prestá
placeholder

HB-hópurin er í løtuni á veg til Edinburgh. Hiðani gongur leiðin til Motherwell, har fyrri dysturin í 2. umfari í Conference League er á skránni hóskvøldið. 

Yvirlit: KÍ leggur fyri týsdagin - NSÍ og HB spæla hóskvøldið

Afrikansku spælararnir hjá HB eru ikki við á túrinum til Skotlands. Orsøkin er, at einki innfararloyvi (visum) er til Moses Ebiye og Amidou Diop.

Síðani Brexit hevur tað verið truplari hjá fólkum úr nógvum ymiskum londum at koma inn í Bretland. 

Í útgangsspunktinum tekur tað 45 dagar at fáa slíkt innfararloyvi, tá man kemur úr ein landi uttanfyri Schengen.

Við fótbólti plagar at vera øðrvísi, men í hesum førinum er eitt loyvi ikki komið uppá pláss til HB-spælararnar. Vit hava ikki endaliga fingið upplýst, hvat er hent.

[object Object]
"Mido" Diop er royndur spælari - millum annað við nógvum dystum í fremstu norsku deildini

[object Object]Moses Ebiye skorar her móti B36. 29-ára gamli nigerubúgvin spældi í Motherwell í 2024 og fyrru hálvu í 2025 (Myndir: Sverri Egholm)

Harvið eru Moses Ebiye og Amidou Diop ikki tøkir til fyrra Conference League-dystin, men áleyparin og verjukendi miðvallarin kunnu spæla móti Motherwell í Føroyum.

Fyri Moses Ebiye verður uppgerðin móti gamla felagið síðani. Nigerianski áleyparin kom til Motherwell í 2024, og spældi í 2024/2025 undir Jens Berthel Askou í Motherwell. Nú er fyrrverandi HB-venjarin farin til bestu fronsku deildini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder