Hósdagin í komandi viku skal føroyska U21 landsliðið fyri fyrstu ferð spæla venjingardyst móti øðrum landi. Hetta verður, tá Ungarn tekur ímóti á Új Hidegkuti Nándor Stadium í Budapest.
Fótbóltssamband Føroya skrivar, at hetta er góð fyrireiking til EM undankappingardystin móti Frankaríki, sum er á skránni fýra dagar seinni, mánadagin 17. novembur.
Tað verður eisini gott høvi hjá ymiskum spælarum at vísa seg fram í altjóða dysti,
Ólavur Mikkelsen kunngjørdi fyrrapartin í gjár nøvnini á teimum 20, ið eru boðsendir til komandi uppgávur.
![]()
Eftir eitt gott tíðarskeið undir Fróða Benjaminsen - fyri tað mesta sum vinstri bakkur - er Marjus Nón aftur boðsendir. Hann var við til fyrsta dystin í undankappingini í juni (2-1 móti Estlandi), men hevur hann ikki verið við síðani.
Broytingar eru annars í álopskenda partinum. Jóhan Josephsen, sum móti Sveis seinast skoraði sítt annað mál í undankappingini, er skaddur. Teir yngur, Aron Benjaminsen og Dávid Reynheim, skulu hesaferð við U19-landsliðnum til EM-undankapping.
Djóni Samuelsen og Thomas Bjørn Miezan avloysa. Djóni hevur staðið seg væl á vonginum hjá B68 í seinastuni, og lítilibeiggi Áka Samuelsen kann koma við ymiskum spennandi. Tað kann Thomas Bjørn Miezan úr EB/Streymi sanniliga eisini. Báðir eru uppvaksnir í HB og føddir í 2006.
![]()
Djóni Samuelsen, sum síðsta vetur skifti úr HB (Mynd: B68)
U21 Hópurin
Rasmus Olsen, FC Suðuroy
Hans Jákup Arngrímsson, Víkingur
Aron Reinert Hansen, B68 Toftir
Jákup Norðoy Vilhelmsen, B68 Toftir
Ingi Arngrímsson, Víkingur
Jónas Prior, 07 Vestur
Virgar Jónsson, EB/Streymur
Marjus Nón, B68 Toftir
Bjarti Thorleifsson, Skála
Torkil Úlvur Holm, TB Tvøroyri
Jógvan Gullfoss, B36 Tórshavn
Mattias Hellisdal, Västerås SK (Svøríki)
Árni Nóa Atlason, Egersunds IK (Noreg)
Dávid Biskopstø Andreasen, KÍ Klaksvík
Heini Sørensen, HB Tórshavn
Ejvind Restorff Mouritsen, HB Tórshavn
Hanus Højgaard, B68 Toftir
Áki Samuelsen, Ranheim Fotball (Noreg)
Djóni Samuelsen, B68 Toftir
Thomas Bjørn Miezan, EB/Streymur
Hósdagin 13. november: Ungarn - Føroyar (venjingardystur)
Mánadagin 17. november: Frakland - Føroyar (EM-undankapping)
Føroyar eru framvegis fremst í undanbólkinum við sjey stigum fyri tríggjar dystir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald