Sum vit skrivaðu um tíðliga seinnapartin, hevur flogferðslan í Vágum verið darvað av mjørka í dag.Summi flogfør hava flogið útyvir í eina tíð, áðrenn lent var - onnur eru farin til Bergen.
Eitt teirra er flogfarið hjá Trade Air, sum er komið norðeftir av Malta í dag. Talan er um leiguflogfar, sum fótbóltsfelagið Hamrun Spartans hevur leigað í samband við uppgávu í Føroyum.
Mótstøðuliðið hjá NSÍ í Conference League kundi verið komið uppá pláss fyrr; eins og millum annað dómararnir. Men teir hjá Hamrun Spartans eru komnir í trupulleikar av avgerðini um at ikki fara fyrrenn dagin fyri týðandi dystin.
- Teir vísa á, at teir fóru frá Malta til tíðina. Og royndu at fara av Malta í gjár. Men hetta er ikki heilt rætt.
Hetta sigur Karstin Joensen við Portalin. Formaðurin í NSÍ hevur úr at gera seinnapartin, tí telefonin ringir títt. Vegna íkomnu støðuna er nógv samskifti við millum annað UEFA. Men hann staðfestir, at tingini onkursevegna eru eitt sindur í leysum lofti í løtuni, tí mótstøðuliðið ikki er í landinum enn.
Hamrun vil flyta dystin til fríggjadagin - NSÍ ynskir ikki hett
Karstin Joensen váttar, at Hamrun Spartans hevur sent umbøn til UEFA um at flyta dystin til fríggjadag.
Tað eru fordømi um, at útlendsk feløg hava fingið slíkt ígjøgnum vegna floferðsluna í Føroyum. Millum annað Zaligiris Vilnius, sum møtti KÍ í Europa League í 2018 - ein dag seinni enn ætlað. Tá fingu litavar ikki lent fyrrenn á ætlaða dystardegnum vegna veðurumstøðurnar í Vágum.
Men tá var støðan eitt sindur øðrvísi. Sum formaðurin í NSÍ sigur, so eru UEFA umboðsmaðurin og dómaratoymið komið til Føroya í góðari tíð - tveir dagar fyrrenn dystin - men mótstøðuliðið setti ikki kós av Malta fyrrenn í morgun. Og tá vóru teir í Hamrun Spartans kunnaðir um støðuna. Umframt hetta lenda onnur flogfør.
- Øll flogførini lendu í gjár, og nú eru øll flogførini hjá Atlantic í dag lend.
![]()
Karstin Joensen, formaður í NSÍ, fær nógvar telefonuppringingar í løtuni (Mynd: Jens Kr. Vang)
Alt liggur hjá UEFA, sum skal taka dagar ímillum, hvat man ger: Skal dysturin longu nú flytast til fríggjadagin, ella skal man bíða og fáa at síggja, um Hamrun Spartans lenda í morgin og skulu spæla nakrar
Sambært bolt.fo er tað longu nú greitt, at eingin nýggj roynd verður gjørd úr Bergen í dag, har maltesarnir eru veðurfastir.
Tað er framvegis tjúkt í Vágum, og tað kann tað verða í fleiri dagar afturat, staðfestir Turið Laksá fyri bolt.fo. Tó eydnast tað hjá flogførunum hjá Atlantic Airways at lenda - spurningurin er, hvussu verður við leiguflogfarinum sum er í Bergen í løtuni. Teir hjá Hamrun Spartans hava eisini fingið ávist Atlantic Airways sum besta møguleikan.
- Vit fyrihalda okkum til, at dysturin verður sum ætlað. Tað er tað, sum alt maskinarí'ið er til reiðar til. Men um hann verður fríggjadagin, so fáa vit ikki gjørt nakað við tað, staðfestir Karstin Joensen fyri Portalinum.
Tað er í skrivandi stund í hondum hjá UEFA, sum hevur fingið skriv frá báðum feløgunum um støðuna. Sum skilst skal ein avgerð takast skjótt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald