Fótbóltur

Dysturin um 2. plássið og møguligar milliónaupphæddir liggur fyri seg

HB-NSÍ byrjar klokkan 17.15 sunnudagin. Hinir fýra dystirnir í næstseinasta umfari, møguliga avgerandi dystir í tveimum stríðum, byrja klokkan 14.

HB og NSÍ hava vunnið hvør sín innanhýsis dyst í ár. Vinnur NSÍ í morgin, so er 2. plássið tryggjað - HB er tvey stig aftanfyri í løtuni (Savnsmynd: Sverri Egholm)

HB og NSÍ hava vunnið hvør sín innanhýsis dyst í ár. Vinnur NSÍ í morgin, so er 2. plássið tryggjað - HB er tvey stig aftanfyri í løtuni (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-10-18 13:53 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eftir ein glæsiligan føroyskan landsliðssteðg og eftir avgerðina í bestu deildina hjá kvinnum, verður fremsta mansdeildin tikin uppaftur í morgin, sunnudagin 19. oktober.

Talan er um næstseinasta umfar. Tað er greitt, at FM fer til Klaksvíkar, og at HB og NSÍ skulu spæla í Evropa aftur næsta ár.

Í morgin skulu júst NSÍ og HB stríðast um 2. plássið. Um KÍ vinnur steypafinaluna á Víkingi, so gevur 2. plássið í landskappingini beinleiðis atgongd til 2. umfar í Conference League næsta ár, og tryggjar tí felagnum umleið eina og eina hálva millión meira, enn tað at byrja í 1. umfari í Conference League.

Tað endaði 1-7, tá liðini hittust í Gundadali tíðliga í mai - í seinasta dystinum hjá Adolfo Sormani. Men í Runavík stutt seinni var HB fullmannað allan dystin, og André Olsen og teir vunnu 4-1.

Í morgin skal HB vinna, tí tvey stig eru upp til NSÍ í løtuni. NSÍ er uttan leikbannaða Petur Knudsen men kann við sigri tryggja 2. pláss og stigamet felagsins.

[object Object]
André Olsen fegnast um sigurin á NSÍ 25. mai - tríggjar vikur eftir at NSÍ hevð vunnið 7-1 á HB í Gundadali. Undir André hevur HB ongan dyst tapt í Føroyum (Mynd: Sverri Egholm)

4. plássið og niðurflyting á breddanum klokkan 14

Hinir fýra dystirnir í umfarinum byrja klokkan 14. Nógv týðir uppá, at TB endaliga fella við 99,9 prosent vissu lytir niður í morgin - annars er stig kravið í Klaksvík.

07 Vestur og FC Suðuroy fara eftir lívsneyðugum stigum móti ávíkavist B68 (á Svangaskarði) og móti Víkingi (í Vági)

Víkingur kann hinvegin tryggjað sær 4. plássið og evropeiskt pláss. Hetta við at vinna í Vági. B36 skal vinna á EB/Streymi og samstundis hava hjálp frá FC Suðuroy, um vónin um 4. plássið skal liva.

Betrideildin 26. og næstseinasta umfar
Í morgin, sunnudagin 18. oktober

14.00: 
KÍ - TB 
FC Suðuroy - Víkingur (FM1)
EB/Streymur - B36
B68 - 07 Vestur (FM1)

17.15: HB - NSÍ (FM1)

FM1 sigur frá í Vági, á Svangaskarði og í Gundadali. 
Til ber at fylgja gongdini í øllum dystunum ovast á Portalinum.

[object Object]

Støðan í Betrideildini

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder