Fótbóltur

EB vann fyri fyrstu ferð á Kyndli

Greipuvinnararnir eru í aðrari útgávu í ár, og tær taptu tætta heimadystin fyri EB. VÍF og H71 vunnu hinar dystirnar í gjár, tá 3. umfari í tøttu kvinnudeildini var á skránni.

Maria Fisker Stokholm er komin beinleiðis úr Viborg, og fyrrverandi danski landsliðsspælarin ger sjálvandi stóran mun. Nú sum spælskipari og toppskjútti við 8 málum móti Kyndli (Mynd: Eiðis Bóltfelag)

Maria Fisker Stokholm er komin beinleiðis úr Viborg, og fyrrverandi danski landsliðsspælarin ger sjálvandi stóran mun. Nú sum spælskipari og toppskjútti við 8 málum móti Kyndli (Mynd: Eiðis Bóltfelag)

2026-09-17 14:05 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tríggir dystir í 3. umfari í SMS-deildini vórðu spælir í gjár, mikudagin 16. september.

H71 og Stjørnan hittust í Hoyvík, har heimaliðið vann við fýra málum. Harvið hava bæði liðini nú 4 stig - H71 tó fyri bert tveir dystir.

[object Object]
Hoyvíkskvinnur høvdu sum heild tamarhald á teimum úr Klaksvík 

[object Object]Maria Halsdóttir Weyhe var toppskjútti í dystinum við heili 12 málum (Myndir: Sverri Egholm)

Myndir: H71 hevði munin móti Stjørnuni

Tveir dystir vórðu spældir í høllini á Hálsi. Har vann eitt sterkt VÍF-lið, har nógvar gjørdu mun við málskjóting, stórt á Neistanum (33-21) Við hasum hava bæði VÍF og Neistin fýra stig fyri tríggjar dystir.

Neistin vann á Kyndli síðsta vikuskiftið. Og aftur í gjár vóru greipuvinnararnir fyri tapi. Liðið hevði bert ellivu spælarar á dómaraseðlanum og hevur mist nógvar spælarar í summar - millum annað eru tríggjar av teimum týðandi farnar útum landoddarnar at spæla. Bjarta Johansen er givin, og Turið Arge Samuelsen stóð á dómaraseðlanum sum hjálparfólk.

Stórskjúttin í føroyskum hondbólti seinastu mongu árini kundi hyggja at einum tøttum dysti, har EB tó var nakað omaná. Tað var 13-11 í steðginum, og tað vóru eisini tvey mál á muni, tá samanum kom (25-27).

Tær av Eiði og Sundalagnum fóru frá aftur seinasta korterið. Fleiri ungar og lokalar gjørdu bart, og so vóru útlendsku profilarnir avgerandi: Maria Fisker Stokholm, sum er komin beinleiðis úr Viborg, var toppskjútti við 8 málum, og fyrrverandi bakkurin hjá Kyndli, Nadja Pejovic, skoraði sjey ferðir á Hálsi.

Fyrstu stigini hjá EB í ár og fyrsti sigurin hjá felagnum á Kyndli í bestu kvinnudeildini.

Dystir eru aftur um vikuskiftið - sí skránna og støðuna á hsf.fo

Til ber at síggja allar dystirnar, eisini aftaná teir eru spældir, á Portal Play. Hetta við einum haldi.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder