
Tað var dramatikkur á bretska fótbóltsspælaramarknaðinum í gjár.
Alt sá út til, at enski landsliðsleikarin, Eberechi Eze, sum veruliga gjørdi vart við seg, tá hann skoraði sigursmálið í FA Cup finaluni móti Manchester City fyrr í ár, skuldi skriva avtalu við Tottenham Hotspurs. Eze hevur verið heitt evni á marknaðinum eftir at tað gjørdist greitt, at hann ikki var hugaður at spæla við Crystal Palace longur.
Men beint áðrenn avtalan skuldi undirskrivast, kom eitt annað tilboð á borðið, og hesum tók Eberechi Eze av.
Tilboðið kom frá arvafíggindanum hjá Tottenham, Arsenal FC.
Arsenal var leingi millum teirra, ið høvdu stóran áhuga í at keypa landsliðsleikaran hjá Crystal Palace.
Men eftir at stórfelagið í London fekk fatur á svenska áleyparan, Viktor Gyökeres, úr portugisiska Sporting CP, kølnaði áhugin fyri Eze.
Sunnudagin hendi tó tað, at týski áleyparin hjá Arsenal, Kai Havertz, fekk ein skaða í ársins fyrsta dysti í Premier League, 1-0 sigrinum á útivølli móti Manchester United. Av tí at óvist er hvussu leingi hesin skaðin fer at vara, valdi felagið at geva eitt boð upp á Eberechi Eze.
Eberechi Eze, sum er føddur í London býarpartinum Greenwich, vandi sum smádrongur eitt skifti við Arsenal, og sambært enskum miðlum er han nú ‘komin heim’. Eze skal eisini hava sagt, at størsta ynski hansara var at koma (aftur) til Arsenal.
Enskir miðlar skriva, at Crystal Palace hevur fingið 60 milliónir pund, umleið 520 milliónir krónur fyri Eze. Heimasíðan hjá Arsenal hevur enn ikki váttað tíðindini um, at Eberechi Eze nú verður Arsenal-spælari.
Crystal Palace spælir í kvøld dyst í Conference League móti norska Frederiksstad við Jóannes Bjartalíð á liðnum. Sambært Sky Sports News, er Eberechi Eze við á liðnum hjá Palace í kvøld. Hann vil hava høvi til at siga viðhaldsfólkinum farvæl áðrenn skiftið til Arsenal.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald